Fyrr í ár vann AB 3-0 í Streymnesi, og síðani vann EB/Streymur 2-1 á Argjum.
Í dag hittust EB/Streymur og AB fyri triðju og síðstu ferð í ár. Tað var við Margáir, og tað endaði við, at heimaliðið vann 2-0. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur 20 stig, og at AB hevur 23 stig. EB/Streymur er á sjeynda plássi við 20 stigum. Tað eru fýra stig aftur til Skála ÍF og fimm stig aftur til B68. Hesi bæði dystast í løtuni á Svangaskarði.
Heimaliðið var meiri á bóltinum, og EB/Streymur vann seg til fleiri góðar støður og upplagdar málmøguleikar, enn gestirnir gjørdu.
Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti var framrættaði miðvallarin Gestur B. Dam eftir upplegg frá Gutta Dahl-Olsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at 31 ára gamli muiðvallarin var málskjútti.
Eftir leiðslumálið var tað framvegis heimaliðið, sum var mest í álopsstøðu, og tíggju minuttir undan leikloki varð málmunurin tvífaldaður. Málskjútti var Marius Nielsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at 21 ára gamli danski framrættaði spælarin var málskjútti.
Næsti dysturin hjá AB verður um eina viku í Runavík.
Næsti dysturin hjá EB/Streymi verður annað mánakvøld í Klaksvík.











