Gevst í politikki
Samtíðis sum Finnbogi Ísakson fer úr politikki, gevst floksfelagi hansara í 30 ár, Signar á Brúnni eisini. Hvørja viðmerking hevur hann til, at floksfelagin í Fuglafirði leggur inn um somu tíð??
-Nú hevur Signar verið í eini serligari støðu øll hesi seinastu árini, har tað hevur verið rættiliga nógv rok um hansara persón, og tað haldi eg hevur tyngt hann nokk so nógv. Og tað skilji eg væl. Hann hevur betur uppiborið og kundi verið betur viðfarin av sínum egnu sigur Finnbogi, sum tó ikki metir Signar vera beiskan nú hann gevst men heldur vónsviknan av, at tað skuldi enda sum tað gjørdi.
Finnbogi Ísakson heldur tað verður ringt at finna í hvussu er ein persón í Fuglafirði, ið kann savna so nógvar atkvøður sum Signar hevur kunnað í so mong ár.
Finnbogi leggur aftrat, at avgerðina ikki at stilla upp hava teir ikki tikið í felag.