Silvurvinnarin deyður

Avstralski rennarin Peter Norman vann silvur á olympisku leikunum í Meksiko í 1968, men tað var heiðursmerkjahandanin, sum gjørdist søgulig, og sum gjørdi hann til ein søguligan silvurvinnara.


Peter Norman kom á mál í 200 metra renningini við tíðini 20,06 sekund, sum enn tann dag í dag er avstralskt met. Tað var kortini ikki nóg mikið til at vinna. Fremstur á mál var amerikanarin Tommie Smith, og nummar trý var John Carlos, ið eisini var amerikanari.

Felags fyri teir báðar amerikanararnar var, at teir vóru svartir. Í USA var stríðið fyri rættindunum hjá teimum svørtu í hæddini, og tá teir tríggir tóku ímóti heiðursmerkjunum, valdu teir at gera vart við tað. Smith og Carlos høvdu svartan handska á aðrari hondini, og tá lagið til amerikanska tjóðsangin rungaði á olympiska leikvøllinum í Meksiko býi, lyftu teir hondina við handskanum og knýttu nevan. Vanligt er, at ítróttarfólkini hyggja at flagginum í hesari løtu, men Smith og Carlos gjørdu tað øvugta.

Høgrumegin á sigurspallinum stóð Peter Norman, og fyri at vísa sín samhuga við hinum báðum og teimum svørtu í USA, hevði hann sett stríðsmerki teirra á bringuna.

-Øll eiga at hava somu rættindi. Øll eru fødd til somu rættindi og skulu hava somu viðferð, segði hann seinni.

Í gjár bleiv kunngjørt, at Peter Norman var deyður av einum hjartatilburði. Tann kendi silvurvinnarin var 64 ára gamal, nú hann doyði.