Hann er næstan 64, men hann hevur hvørki mist hárið ella tekkið millum sínar mongu fjepparar kring allan heimin.
Paul McCartney, sum er 62 ára gamal, spælir komandi fríggjakvøld 2. mai í yvirdekkaðu Parkini í Keypmannahavn. Og Parkin verður eftir øllum at døma fullsett. Tað vil siga, at eini 40.000 fólk fara at hyggja, lurta og droyma seg burtur, tá annar helmingurin av Lennon-McCartney, sum gjørdi The Beatles til tað, teir vóru og enn eru, kastar sínar ævigt glitrandi perlur fyri eitt fólkahav.
Og føroyingar eru líka býttir ella býttari í Beatles sum danskarar. Í minsta lagi 100 føroyingar fara um vikuskiftið úr Føroyum til Keypmannahavnar á konsert, sigur Børge B. Hansen frá Flogfelag Føroya, sum hevur skipað fyri pakkaferðum til konsertina hjá Sir Paul McCartney.
? Vit hava selt einar 60 pakkar við flogferðum og atgongumerkjum til konsertina hjá Paul McCartney. Men eg veit um nógv onnur, sum sjálv hava fingið sær atgongumerki og keypt flogferð, so eg skjóti uppá, at í mínsta lagi einir 100 føroyingar fara úr Føroyum til Danmarkar at lurta eftir Paul McCartney um vikuskiftið, sigur Børge B. Hansen.
Tað besta
Talan er um eina »Greatest hits« konsertferð, ið hevur fingið stak góða móttøku í øllum heiminum.
Á konsertini gevur Paul McCartney fólkum tað, tey vilja hava. Konsertin tekur hálvan triðja tíma, og Sir Paul spælir heili 36 løg. Og 22 teirra eru Beatles-sangir. Restin eru góð hitt frá tíðarskeiðnum við Wings og solokarrieruni síðani.
Paul McCartney skal hava 15 milliónir danskar krónur fyri at spæla í Parkini. Fyri at tað skal ganga upp, kosta atgongumerkini úr 570 krónum og uppeftir. Tað gjalda Beatles-fjepparar heldur enn fegnir.
? Føroyingar hava ongan trupulleika at fara so djúpt niður í lumman, tá tað er okkurt ordiligt á skránni. Paul McCartney á palli er ein sjáldsom hending, sum tú ert heppin at uppliva, og tí fór eg beinanvegin í gongd við at skaffa atgongumerki, tá eg hoyrdi um hetta. Men eg veit eisini um nógv fólk, sum vildu vera vís í at fáa atgongumerki, og tí keyptu beinleiðis beinanvegin, sigur Børge B. Hansen.
Tað er so gott sum útselt. Fyrrapartin mánadagin vóru einar 8-10 atgongumerki eftir hjá Flogfelagnum, og tær kunnu eisini keypast á skrivstovuni á flogvøllinum. Talan er um samstarv við Atlantic Airways, og tí verða atgongumerkini seld saman við flogferðum. Av øðrum konsertferðum, sum verða fyriskipað á sama hátt í løtuni, kunnu nevnast Robbie Williams, ið longu er útseld, Bruce Springsteen 14. juni og Rolling Stones 13. juli.
Ársins turné
Konserferðin hjá Paul McCartney verður kallað »Back in the World« og er fyrsta konsertferðin hjá honum í Evropa síðan hansara »New World Tour« í 1993. Nýggja konsertferðin varð útnevnd »Ársins turné« av Billboard í fjør, og tað var sum í gomlu Beatles-døgunum, tá Paul McCartney sang í Mexico, Japan og USA.
Konsertferðin í Evropa hevur fingið óvanliga góð ummæli. Paul McCartney verður róstur fyri at geva alt, hann hevur í sær, og hann gloymir ikki sínar deyðu beatles-vinir, John Lennon og George Harrison, ið verða heiðraðir á konsertini.
Unglingurin í 60-árunum tykist hava tað gott, og onki uppgjørt ella yvirlegið er við honum, siga mest sum einmæltir ummælarar.
Nógvir beatlessangir eru á konsertferðini, sum ongantíð áður eru leiktir live. Á fyrstu konsertini í París var eitt skelti á lofti, har tað stóð »Hello, Paul. Sing us: When I?m 64«. Men sangurin, sum hann spældi inn á slóðbrótandi útgávuni Sergent Pepper, tá hann var 25 ár, hevur ongantíð verið á hansara konsertskrá.
Hann er framvegis langt frá 64 og útbrendur.