- Eg koyri í einum Ford Focus, sum er umleið 10 ára gamal, og hetta er ein bilur við bensini sum brennievni.
Tá sigur landsstýriskvinnan, tá hon verður spurd, hvønn bil hon koyrir, og um tað er hugsandi, at hennara næsti bilur kanska verður ein el-bilur.
- Jú, eg hugsi um at koyra grønari, og eg havi faktiskt ringa samvitsku. Eg ynski mær ein el-bil, tá vit fara at skifta, sigur landsstýriskvinnan, sum eisini svarar spurningum í Vikublaðnum, sum er borið í hvørt hús í dag.
Sirið Stenberg sigur, at hon eisini í tí dagliga hugsar um, at tað materiella forbrúkið ikki skal vera ov stórt. Tí hevur hon heldur ikki skift bilin út, so leingi hann er nóg góður.
- Sama er við øðrum lutum. Men, so hvørt, sum vit skifta, hugsa vit eisini grønari, sigur landsstýriskvinnan, sum eisini verður spurd, nær hon væntar, at allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar?
- Eg rokni við, at menningin fer at ganga skjótt. Um eini 10-15 ár vænti eg, at orkuskifti er so mikið ávegis, at persónbilarnir eru skiftir út við el-bilar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.