Sissal við í Big Brother

Sissal Olafsdóttir Frisdahl er fyrsti føroyski luttakarin nakrantíð í einari Big Brother kapping. Saman við fleiri túsund øðrum sendi hon umsókn fyri góðum trimum mánaðum síðan, og hon hevur nú vunnið seg fram til at verða millum teir 12 seinastu luttakararnar í Big Brother í ár.

Tað mundu vera nógvir føroyingar, ið sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjan sunnukvøldið, tá Big Brother á sjónvarpsrásini, TV Danmark, aftur fór av bakkastokki. Heilt óvæntað er ein føroyingur millum luttakararnar í Big Brother í ár. Sissal Ólafsdóttir Frisdahl úr Havn, men búsitandi í Keypmannahavn, hevur vunnið seg fram millum tólv tey seinastu í kappingini í ár. Hon er dóttir Inu Frisdahl og Olaf Johannessen, ið bæði eru búsitandi í Danmark.
Lutakararnir í Big Brother í kappast um ein millión krónur. Sendingin er fyriskipað í einum húsi, har luttakararnir verða filmaðir alt døgnið. Big Brother er eitt sokallað realityshow, har møguleiki er hjá hyggjarum at fylgja gjølla við, hvat luttakararnir fáast við inni í húsinum. Alt frá, hvat tey eta um morgunin til at síggja luttakararnar naknar í brúsini er rúm fyri í Big Brother-sendingunum
Nógv rok hevur verið um sendingar seinastu árini, tí luttakararnir hava ikki smæst burtur við at bera seg at á ein hátt, ið vanlig fólk ikki høvdu hættað sær frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, har eitt ótal av hyggjarum fylgja spent við.

Til stuttleikar
Avvarðandi hjá Sissal siga, at hon meldaði til Big Brother til stuttleikar, og hon hevði als ikki væntað at vinna seg fram millum tey, ið at enda skuldu í Big Brother húsið. Fyri góðum trimum mánaðum síðan sendi hon umsókn, og síðan hevur hon verið ígjøgnum eitt ótal av kanningum, til hon endiliga slapp inn í Big Brother-húsið sunnukvøldið.
Tey avvarðandi greiða frá , at Sissal og hinir luttakararnir hava verið ígjøgnum drúgva heilsukanning og prát við sálarfrøðingar, áðrenn tey sluppu í Big Brother-húsið. Hvørja viku frammyvir verða luttakarar sáldaðir frá, og vinnarin verður í húsinum í 67 dagar í alt.
Sunnudagin varð fyrsta sendingin send. Stutt innsløg vórðu gjørd um hvønn av teimum 12 luttakararunum .Innslagið við føroysku Sissal var ógvuliga vakurt. Innslagið varð tikið upp í Føroyum næstseinasta vikuskifti. Hon var við Norðlýsinum á Nólsoyarfirði, í Kirkjubø og Cafe Natúr, har Sissal greiddi stutt frá sær sjálvari, og hvørjum hon stendur fyri
Tey avvarðandi siga, at eingin mátti vita, hvørji ørindi, Sissal hevði í Føroyum undir upptøkuni, tí fingu fólk frænir av, at hon skuldi vera við í Big Brother, varð hon koyrd úr kappingini alt fyri eitt.

Trygdin í hásæti
Luttakararnir fáa einki at vita, hvat fyrifert uttanfyri húsið, og hava einki samband útheimin. Kortini hava tey avvarðandi av luttakararunum í Big Brother-húsinum fingið ta trygd, at um okkurt álvarsamt er áfatt, so fáa tey alt fyri eitt samband við luttakararnar.
Í húsinum er ein sokallaður skriftistólur, har luttakararnir sleppa at tosa við tey avvarðandi, um tey ikki kenna seg væl í húsinum ella um annað er áfatt, uttan at sjónvarpstólini eru frá. Tey avvarðandi eru fegin um hesa skipan, tí so kunnu tey kenna seg nakað tryggari. Um luttakararnir koma so mikið illa fyri av sendingunum, so hava teir møguleika at fáa ein ókeypis sálarfrøðing knýttan at sær eftir kappingina og eitt ár fram.

Sissal longu gjørt seg merktan
Sunnukvøldið fingu teir tólv luttakararnir høvi til at læra hvønn annan betri at kenna. Skipað var fyri einum hugnakvøldi, og sambært heimasíðuni, bigbrother.dk, so hevur føroyska Sissal funnið seg væl til rættis í húsinum, og longu gert seg merktan við einum lítlum flirti við dananum Robert.