Sjúklingar skulu ikki bíða

Tað hjálpir ikki at útseta sjúkraviðgerðir til næsta ár, tí tað merkir bara longri bíðilistar og lægri lívsgóðsku hjá sjúklingum og teirra familjum. Hetta vil Sambandsflokkurin gera nakað við.


Sambandsflokkurin vil geva øllum borgarum viðgerðartrygd, heldur enn at lata fólk bíða eftir játtanum, sum skulu koma næsta ár.


Málið er, at vit koma upp á sama støði, sum okkara grannalond, ið verða mett at hava heimsins bestu vælferðarskipanir. Hesi lond kappast vit við um okkara týdningarmesta tilfeingið, ið er fólkið.


Tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri at raðfesta bíðitíðina fyri tey, ið hava fingið tilvísing ella eru í viðgerð. Hetta er m.a. tað, ið eitt vælferðarsamfelag skal bjóða sínum borgarum.
 
Vit eiga at seta okkum sum mál, at ongin skal bíða longur enn 1 mánað frá tí, at illgruni um sjúku er staðfestur, og til viðgerðin verður sett í verk.
 
Hetta er til gagns fyri borgaran og samfelagið, tí tá stendur heilsubót ovast, og pengar eru at spara í seinasta enda.
 


Manglandi virðing fyri skattakrónunum
Hóast bestu tíðir nakrantíð, og útreiðslurnar hjá landskassanum spola uppeftir, mangla pengar í heilsuverkinum. Hetta prógvar, at manglandi virðingin hjá landsstýrinum fyri skattakrónunum sæst aftur í umsitingini av almennu játtanunum.
 
Hví mangla pengar í heilsuverkinum?
 
Orsøkin stavar beinleiðis frá niðurskurðinum í ríkisveitingini, ið bleiv gjørdur uttan útrokningar av fylgjunum, sum hetta fekk á framtíðar vælferðarsamfelagið.
 
Sambandsflokkurin mótmælti harðliga niðurskurðinum, ið bleiv gjørdur í óðum verkum yvir nátt, tí fullveldissamráðingarnar slitnaðu, og fullveldissamgongan misti alt á gólv. Niðurskurðurin var ein hevnd, sum framvegis rakar føroyingar, tí at politikkurin miseydnaðist.
 
Ríkisveitingin er ætlað til ávís vælferðarøki í Føroyum, sum Føroyar og Danmark fíggja í felag. Tak t.d. føroyska heilsuverkið, ið er eitt av hesum felags málum. Útreiðslurnar í heilsuverkinum eru øktar heilt munandi hesi árini, frá umleið hálvari milliard í 2004 til eina heila milliard í 2017.
 
Hesa øking hevur landskassin fíggjað einsamallur, hóast hetta er eitt felagsmálsøkið. Tað kostar í vælferðartænastuni hjá heilsuverkinum, ið er skorin heilt inn á bein.
 
Hetta er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarloysinum undir fullveldislandsstýrinum, og politikkinum hjá núverandi 14. september-samgongu.
 
Hóast samgongan vil lata sjúklingar bíða, tí pengar eru søplaðir burtur, vil Sambandsflokkurin hava viðgerðartrygd, sum í grundini er ein skylda, ið samfelagið hevur yvir fyri teimum, sum eru sjúk og hava brúk fyri viðgerð.
 


Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum