Ein orsøk til, at fólk fáa í boði fyribyrgjandi kanningar, eitt nú screeningar innan bróstkrabba og lívmóðurkrabba, er at staðfesta krabbamein, áðrenn rættiligur vandi er á ferð. Seinastu fimm árini hava føroyskar kvinnur millum 25 og 60 ár havt møguleikan at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi, og undirtøkan hevur verið góð. Gongst sum landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, ætlar, stendur føroyskum kvinnum í boði næsta ár at fáa regluligar mammografikanningar.
Á ráðstevnuni, sum Føroya Felag móti Krabbameini skipaði fyri leygardagin í Norðurlandahúsinum í Havn, helt Jan Dalberg, lækni og granskari í krabbameinssjúkum, fyrilestur um, hvør skal fara til lækna, sjúkuavgerð og seinkað sjúkuavgerð.
- Fyrr tordu fólk ikki so væl at fara til lækna og bíðaðu nakað leingi, áðrenn tey fóru. Men eg havi ein varhuga av, at yngri fólk í dag tora betur og fara skjótari, um tey kenna á sær eitthvørt. Kanningarnar, sum verða gjørdar í dag, eru eisini munandi lættari, skjótari og pínufríari, enn tær vóru í gomlum døgum. Tær nógvu ræðandi søgurnar, ið gingu munn av munni um, hvussu pínufult tað var at taka onkra roynd, hava stygt fólk burtur frá lækna. Hinvegin er greitt, at nógv fólk fara ov seint til lækna, serliga menn og soleiðis hevur altíð verið. Og tað er galdandi yvirhøvur, sigur Jan Dalberg.
Opin dialogur
Fyri at kunna týða ymsu og ymisku tekini og sjúkraeyðkennini, ið benda á, at eitthvørt er galið, mugu fólk verða upplýst um sjúkur.
- Upplýsandi tilfar, faldarar og annað eigur at verða gjørt, ið lýsir ymsu sjúkueyðkennini. Men nógv er upplagt og eyðsýniligt, og nógv fólk vita, at eitthvørt er galið uttan tó at fara til lækna. Tað eigur at vera ein opin dialogur millum sjúkrahúsverkið og fólkið, sigur Jan Dalberg.
- Við núverandi tali av kommunulæknum í Føroyum, eigur at vera tíð til hvønn einstakan. Tað kann vera, at vit skulu gera sum í Íslandi. Í nøkrum førum situr ein serlækni í krabbameinssjúkum í nakrar tímar í viðtaluni hjá einum kommunulækna. Henda serlæknan eiga vit ikki enn, men tað kann vera hann kemur.
Jan Dalberg heldur ikki, at ov sein sjúkuavgerð og at fólk sum heild fara seint til lækna er orsøkin til vaksandi deyðstíttleikan av krabbameini.
- Út frá royndum veit eg, at tað gongur alt ov long tíð, til fólk sleppa í viðgerð. Tað vil siga, at tað er sjúkrahúsverkið, sum ikki er nóg gott og sum svíkir. Taka vit bróstkrabba sum dømi, eigur eftir mínum tykki at ganga í mesta lagi tvær vikur frá tí kvinnan hevur fingið skurðviðgerð, til hon fer í stráluviðgerð. Í dag ganga í øllum førum tveir mánaðir. Hetta er ótolandi hjá viðkomandi sjúklingi, og eitt sera stórt sálarligt trýst at leggja á viðkomandi, at tey verða noydd at bíða so leingi. Politisku myndugleikarnir í Danmark eru greiðir yvir henda veruleika og at tað verður neyðugt at skifta allar maskinurnar út, tí tær eru ov gamlar.
- Føroyingar eru betur fyri enn danir, tá ið tað ræður um at sleppa undir skurð og at fáa kemoterapi fyri krabbamein. Har er eingin bíðitíð, men tað nyttar kortini lítið, tá ið viðkomandi er noyddur at bíða 2-3 mánaðir eftir stráluviðgerðini.
Ikki spjaða viðgerðina
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum hevur borið uppá mál, at vit eiga at hyggja eftir møguleikum aðra staðni enn í Danmark, tá ið tað snýr seg um at veita føroyingum viðgerð fyri sjúkur. Ísland hevur verið nevnt.
- Sum heild meti eg ikki, at vit eiga at spjaða føroyingar ov víða, tí so missa vit yvirlitið. Eg haldi, vit eiga at halda okkum til eitt sjúkrahús. Hinvegin, um Ríkissjúkrahúsið ikki kann veita føroyingum stráluviðgerð nóg tíðliga, eiga vit at flyta hana onkra aðra staðni samlaða. Eg havi ikki kannað, hvussu skjótt og væl íslendingar kunnu bjóða føroyingum hesa viðgerð, men um hon er betur enn á Ríkissjúkrahúsinum, eiga vit sjálvandi at taka av. Vit kundu eisini lagt trýst á Ríkissjúkrahúsið og sagt, at um vit ikki fáa stráluviðgerðina uml. tvær vikur eftir skurðviðgerðina, so flyta vit alla viðgerðina onkra aðra staðni.