Síðani er annar partur av greinini hjá Jákup Petersen komin (Dimma. 30. august). Tónin er tann sami. Hálovan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og klikkjan niður á Landssjúkrahúsið; men nú legst afturat at Landssjúkrahúsið er sjúkrahús í Havn, sum allir føroyingar uttanfyri Havnina – hvørt einasta húski í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy – eru við at hokna undir av at gjalda til hetta sjúkrahús.?Allan Skaalum er nú gjørdur til besta sjúkrahússtjóra nakrantíð; men eftir er at koyra restina av leiðsluni frá.?Ikki óvantað kemur Jógvan við Keldu við ískoytinum: Ov nógvir politikkarar hildu undan í sjúkrahúsmálinum (Dimma. 2. septembur).?Jógvan nevnir Centralsjúkrahús. Hesi vóru nógv umrødd, tá Jógvan sat í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, fyri 30 árum síðani. Centralsjúkrahús í Danmark skuldu hava upptøkuøki við 200.000 fólkum í minsta lagi og útgerast við so nógvum serdeildum sum til bar. At vit við minni enn 50.000 íbúgvum ikki høvdu grundarlag fyri fult útbygdum Centralsjúkrahúsi, vóru vit sjálvandi samdir um, men so brast. Jógvan metti at tí mátti Klaksvíkar Sjúkrahús útbyggjast við serdeildum. Mín niðurstøða var at umráðandi var at hava serdeildirnar á einum sjúkrahúsi, so tað líktist Centralsjúkrahúsi sum frægast.?Síðani er nógv broytt. Í Danmark verður arbeitt við nógv størri eindum – Regiónum – og serdeildir fyri sjaldsamar sjúkur verða lagdar á tveimum ella einum stað. ?Jógvan við Keldu veit væl, at var Klaksvíkar Sjúkrahús onkustaðni í Danmark, var tað langt síðani niðurlagt. ?Tónin hjá Jógvani er annars sum hjá hinum: Niðurgerð av Landssjúkrahúsinum og hálovan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. ?Tá fýra klaksvíksgingar koma hvør aftan á annan við niðurgerð av Landssjúkrahúsinum, ballað inn í hálovan og skamrósan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, má niðurstøðan vera at heilsumálaráðharrin skal gerast til Klaksvíksging og øll tann politiska skipanin verður løgd undir trýst.?Við ongum sjúkrahúspolitikki er sjúkrahúsuverkið givið upp fyri skutil, skutilin er á lofti og skutlað verður fyri at fáa burtur av Landssjúkrahúsinum.?At hvørt húski uttanfyri Havnina í hesum samanhangi verður sett upp móti Havnini, ger støðuna uppaftur illgrunasamari.?Vit byggja ikki land á hesum grundarlagi – tvørturímóti – hava vit veruliga ov nógvar politikkarar sum halda undan í sjúkrahúsmálinum.