Leikluturin hjá Sjúrði Skaale, har hann fyri almennar pengar skrivaði lesarabrøv fyri bæði politikarar og onnur íðin tjóðveldisfólk, var so eyðsýndur, at Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, bar hann saman við sjálvan Joseph Goebbels.
Tað umrøður Sjúrður Skaale eisini í bókini hjá sær, »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«:
»Hetta var hvørki fyrstu ferð, at eg bleiv umrøddur negativt ella fyrstu ferð, at eg bleiv samanborin við Joseph Goebbels. Politikarar høvdu eisini gjørt tað. Men at sjálvur Atli Dam skrivaði soleiðis – og at hann var so persónligur – var nakað heilt serligt.
Eg skrivaði eitt aftursvar – men sendi tað ongantíð. Tí hóast tilsipingin til Goebbels var grov og ósaklig, so fekk greinin hjá Atla meg at steðga á og hugsa meg um mitt í kampinum. Og eg mátti ásanna fyri mær sjálvum, at eg ikki hevði einagóða sak. Tí hóast øll embætisfólk so ella so arbeiða politiskt, so var eg helst tann fyrsti, sum beinleiðis agiteraði.
Eg skrivaði ikki bara almenn skriv, tíðindaskriv, framløgur ella talur fyri politikarar. Eg skrivaði eisini reint politisk lesarabørv. Stundum eisini lesarabrøv, ið umvegis aðrar hendur blivu latin trúgvum tjóðveldisveljarum, sum síðani sendu tey til bløðini – oftast uttan at tey vistu, hvør í veruleikanum hevði skrivað tey. Í onkrum einstøkum føri skrivaði eg enntá viðmerkingar til tað, eg sjálvur hevði skrivað, sum so uppaftur onnur løgdu navn til. Harumframt hevði eg "likið" miðlunum trúnaðarskjøl, tá tað var mett at gagna landsstýrinum.
Tað var langt uttan fyri mark – og tað var orsøkin til, at Atli Dam ikki fekk nakað svar. Eg hevði ikki mítt uppi á tí turra.
Eg havi síðan spurt meg sjálvan, hví eg dálkaði mínar fingrar soleiðis.«