Sjey fjallaklintrarar lótu lív

Fýra fólk eru framvegis saknað, og fýra onnur fingu løstir í vanlukkuni. Vónirnar um at finna fleiri á lívi, minka so hvørt, sum tímarnir ganga

Sjey fjallaklintrarar lótu lív, tá eitt skalvalop rakti eina av legunum á fjallinum, Mount Yalung Ri í Nepal, gjáramorgnin.

 

Tað vita fleiri útlendskir miðlar at siga, eitt nú The Guardian og NBC News.

 

Sagt verður, at tveir ferðaleiðarar úr Nepal eisini eru millum tey deyðu. Hendingin fór fram í 4.900 metra hædd.

 

– Tríggir av fjallaklintrarunum vóru amerikanskir ​​ríkisborgarar, ein var úr Kanada, og ein var úr Italia, sigur løgreglan í Nepal við NBC News.

 

Lagt verður aftrat, at fýra fólk framvegis eru saknað, og fýra onnur fingu løstir í vanlukkuni.

 

Í bólkinum vóru fimm fjallaklintrarar saman við ferðaleiðarum úr Nepal, sum skuldu klintra upp á 5.600 metrar høga fjallið.

 

Mount Yalung Ri verður mett sum eitt byrjanarfjall fyri tey, sum ikki hava so drúgvar royndir við fjallaklintring.

 

Illveður hevur tarnað bjargingararbeiðnum.

 

- Ein bjargingartyrla mátti venda aftur, tí her var kavastormur, og bjargingarfólk noyðast nú at leggja leiðina til gongu.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at bjargingararbeiðið heldur fram í morgun, men vónirnar um at finna nakran av teimum saknaðu á lívi minka so hvørt, sum tímarnir ganga.