- Tú ert í so knappur við avtrekkjaranum!
Tað helt Bjarni Petersen, skipari í Kollafirði, fyri, tá In.fo herfyri skrivaði, at hitaveltan í Kollafirði ikki hevði fruktað serliga væl, men at eplini vóru bæði stór og góð.
Herfyri varð liðugt at taka upp, og nú úrslitið fyriliggur, sær kortini ikki so galið út.
Sonevnda hitaveltan, sum Bjarni Petersen hevur havt í summar, hevur havt slangur liggjandi við heitum vatni úr holinum, sum borað varð í Kollafirði fyri eini tíð síðan.
- Nú liðugt er at taka upp, er úrslitið 11 sekkir av góðum eplum. Vit settu 1,5 sekk niður, so hetta er umleið sjey fold í nøgd, sigur Bjarni.
Hann heldur, at hetta er heilt á góðari leið - ikki minst, tá hugsað verður um, at fleiri nóg illa hava fingið setuna aftur, so vánalig sum grøðin hevur verið hjá summum.
- Sum heild verður ikki latið væl at eplagrøðini í ár, so eg eri bara væl nøgdur við grøðina í hitaveltuni.
Bjarni Petersen sigur, at eplini ikki vóru so nógv í tali, men tey eru stór og góð.
- Vit settu eplini niður 20. mai, men ein heil seyðagonga gekk í veltuni líka til endan av mai mánaði, sigur skiparin í Líðini í Kollafirði.