Sjófuglurin er á einum vegamóti

- Antin tað er nógvur ella lítil lundi, sigur okkum ikki neyðturviliga, um lundapisurnar fara at koma undan, sigur Jón Aldará, lívfrøðingur.

 

- Tað er ymiskt, sum fólk siga um lunda í summar, og onkur heldur, at tað hevur verið væl av fugli.

 

 

Jón Aldará, ið er lívfrøðingur, sum starvast á Tjóðsavninum, er rættiliga fuglakønur, og hann stendur eisini fyri ringmerkingarbólkinum í Føroyum, sum er ein undirbólkur av ringmerkingarsentralinum í Keypmannahavn. Uppgávan er eitt nú at útvega ringar og skipa fyri ringmerking av fugli. 

 

Lívfrøðingurin fæst eisini við fuglateljing, og í august mánaði plagar hann eitt nú at fara út til Mykinesar at telja lundapisur. Gongst, sum ætlað, verður helst farið út til Mykinesar í næstu viku.

 

- Tað er ymiskt, sum fólk siga um lunda í summar, og onkur heldur, at tað hevur verið væl av fugli at síggja, sigur hann.

 

Uppgávurnar hjá Jón Aldará eru ymiskar. Hann starvast bæði á sjódýra-og landdýradeildini hjá Tjóðsavninum, har hann eitt nú er í Kaldbak, og um summarið er tað serliga fuglurin, sum fer við tíðini.

 

- Í løtuni eri eg í Koltri, har vit skráseta fugl, plantur og skordýr. Fuglurin er helst mín høvuðsáhugi, og tískil havi eg eisini verið aktivur í Fuglafrøðifelagnum, sigur lívfrøðingurin.

 

Tá ræður um sjófugl, kann tað vera trupult við vanligum eygleiðingum kring landið at meta um støðuna sum heild, og tað kann eisini vera trupult við vanligum eygleiðingum at meta um, hvat kemur undan.

- Halda vit okkum til lundan, er tað fatanin, sum eg í summar havi fingið frá heimildarfólki og fólki, eg samstarvi við, at væl av lunda hevur verið at sæð.

 

##med2##

 

Antin tað er nógvur ella lítil lundi, sigur okkum ikki neyðturviliga, um lundapisurnar fara at koma undan.

 

Jón Aldará vísir á, at vaksin lundi kann liva av ymiskum fiskasløgum. Fær vaksni fuglurin ikki nebbasild, kann hann veiða sær onnur fiskasløg sum føði. Øðrvísi er við lundapisuni og øðrum sjófuglapisum.

- Lundi reiðrast í djúpum holum, og tí kann tað vera truplari at staðfesta, hvussu støðan er hjá lundapisuni enn eitt nú hjá ritupisuni, ternupisuni og pisunum hjá másafuglum, ið reiðrast á berum vølli. 

Eitt, sum bæði fuglakøn og heimildarfólk hava heft seg við í nøkur ár, er, at tíðin, tá eitt nú lundin reiðrast, líka sum spjaðir seg yvir longri tíð um summarið.

- Tað hevur víst seg í nøkur ár, at summir lundar reiðrast fyrr og aðrir seinni. Tíðin, nær lundapisan flýgur úr reiðrinum, fevnir seg soleiðis um ein heilan mánaða ella so - ja, kanska frá fyrst í august og út til fyrst í september, sum má metast at vera rættiliga seint, sigur Jón Aldará, sum VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við.

 

Lesið alla samrøðuna í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.

 


 

 

- Tað er ymiskt, sum fólk siga um lunda í summar, og onkur heldur, at tað hevur verið væl av fugli.

Nebbasild er besta føði hjá lundapisum.