Leingi hevur verið arbeitt við at fáa nýggjan buss, tí tann gamli er slitin og ótíðarhóskandi. Í septembur eydnaðist at finna ein góðan og hóskiligan buss til frama fyri sjúklingar og fylgjarar á Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Tann gamli bussurin, ein Mercedes Benz til níggju persónar, sum varð keyptur í 2003, var ikki nýggjur tá, men hevði ikki koyrt nógv, og bert ein avlamin maður hevði átt hann. Nú bussurin er um at gerast ellisakfar, hevur hann kravt kostnaðarmiklar ábøtur. Hann er kortini ótímans bilur til endamálið, og tí hevur verið neyðugt at útvega nýggjan buss.
Í heyst varð ein 13 persóna Mercedes Sprinter við plássi til tveir koyristólar keyptur. Hann er eisini betur útgjørdur, innrættaður, hægri og rúmligari enn tann gamli. Nú hann stendur við nummarplátum, kostar hann 450.000 kr. Hesin bussurin er heldur ikki nýggjur, men frá 2008. Ein nýggjur bussur vildi verið ov kostnaðarmikil hjá stigtakarunum at keypt.