Sjúrður og Anna atkvøða fyri at avtaka dýra biðiðdag

Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir verða kanska noyddir at atkvøða fyri uppskotinum hjá donsku stjórnini um at avtaka dýra biðidag.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

– Eg vóni, at vit sleppa undan. Men nú clearingin er avtikin, so hevur stjórnin ein trupulleika, sigur Sjúrður Skaale.

Sonevnda »clearingsskipanin« í Fólkatinginum er ein avtala millum fólkatingsfólk um, at tey kunna »cleara« hvønn annan. Skipanin virkar soleiðis, at um ein úr stjórnarflokkunum ikki fær møtt, so clearar hann við ein úr andstøðuni. Hendan skipanin verður nýtt hvønn dag í Fólkatinginum.

Í mun til í Føroyum, so verða danskir ráðharrar, sum eru valdir í Fólkatingið, sitandi í sessum sínum sum fólkatingsmenn og kunnu tí atkvøða í Fólkatinginum, tó at teir ikki luttaka í nevndararbeiði. Í Føroyum skal eitt landsstýrisfólk leggja løgtingssessin frá sær, so skótt hann ella hon er tilnevnt landsstýrisfólk.

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, føroysku fólkatingsumboðini, hava boðað frá, at tey fara ikki at atkøvða í málilnum um at avtaka dýra biðidag.

Radikali flokkurin boðaði í gjár frá, at tey fara at atkøvða fyri. Harvið fer tað kanska at bera til hjá Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg at sleppa undan at atkøvða, men tað vita tey helst ikki, fyrr enn undir atkvøðugreiðsluni í morgin.

– Men eg atkvøði fyri, um tað er neyðugt. Og tað geri eg, tí tað er meiriluti fyri tí í Fólkatinginum. Tað er ikki rætt, at málið skal fella av einum slíkum tiltaki, sum hesum, sigur Sjúrður Skaale.

Hann sigur, at hann ikki hevur upplivað tað í sínari tíð sum fólkatingsmaður, at flokkar hava tikið clearingsskipanina av í einum ávísum máli.

Sjúrður Skaale sigur, at tað var júst av hesi orsøk, at hann mælti til hesa stjórnina heldur enn ta reyðu stjórnina, sum eisini hevði havt meiriluta í Fólkatinginum. Men tá var tað við atkvøðuni hjá Sjúrði Skaale.

– So hevði eg verið noyddur at tryggjað, at ein minniluti í Fólkatinginum, sum varð valdur í Danmark, ráddi yvir meirilutanum, sum varð valdur í Danmark. Tað dámdi mær ikki, sigur hann.

Teir tríggir flokkarnir í donsku stjórnini hava 89 sessir í Fólkatinginum. Haraftur eru Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg úr Føroyum og annað grønlendska fólkatingsumboðið, sum stuðla ávikavist Javnaðarflokkinum og Vinstraflokkinum.