FÓTBÓLTUR
Egil á Bø er liðformaður hjá EB/Streymi. Við Sosialin í gjár segði hann, at EB/Streymur mátti arbeiða har, stríðast og fáa spæli at koyra. Hetta síðsta eydnaðist ongantíð, men í seinna hálvleiki arbeiddu teir væl og stríddust. Lønin fyri hetta var tvey mál, meðan teir einki fingu ímóti sær.
Skála átti annars stóran part av fyrra hálvleiki. Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen settu seg á miðvøllin, og Óbi arbeiddi fyri fleiri í álopinum. Ágrýtin, sterkur og arbeiðssamur sum hann er, órógvaði hann ferð eftir ferð verjuna so mikið, at sendingarnar hjá hesum gjørdust skeivar ella teir máttu sparka bóltin út av vøllinum.
Einasti trupulleikin hjá Óbi er, at hann ikki rakar málið. Faktiskt var hetta ikki bara ein trupulleiki hjá honum, men hjá Skála sum heild í gjár. Fleiri góðar kjansir høvdu teir, men nærmasta royndin var eitt frálíkt langskot frá Pætur Dam Jacobsen, sum brast á tvørtræið. Tá restaðu smáir tíggju minuttir til steðgin, men fyrri hálvleikur endaði altso málleysur.
Avgerandi deyðbóltar
Í seinna hálvleiki fullu tvey mál – bæði eftir deyðbóltstøður. Tað fyrra kom eftir hornaspark úr vinstru, sum endaði heilt úti í høgra borði hjá Hans Paula Samuelsen. Hann sendi ein góðan bólt til fremru stong. Hans Jørgensen vardi fyri fyrstu royndini á málið, men ta seinnu fekk hann einki gjørt við, tá Ronnie Samuelsen beindi leysa bóltin í netið.
Hetta málið kom bert fáar minuttir eftir steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom tað næsta. Tað var eftir frálíkt frísparksinnlegg úr vinstru frá John Hera Dam, sum Hanus Eliasen setti í netið við góðum stútara. Fuglfirðingurin, sum byrjaði annars á beinkinum, var sera eyðsýndur eftir at hann kom inn fyri Arnbjørn Hansen.
Møguleiki fyri fleiri málum
Var hepni við teimum appilsinlittu, høvdu teir fingið eitt mál ella tvey. Einaferð komu teir tríggir móti einum, men kloddaðu bóltin út av vøllinum, og eina aðru ferð kom Óbi púra leysur móti René Tórgarð, men hann sendi bóltin væl uppum.
Hinvegin hevði EB/Streymur eisini onkran stóran kjansin aftrat málunum. Tann størsta átti Gert Åge Hansen, tá hann í yvirtíðini fekk bóltin inni í fimm-metrinum, men vánaliga skoti rakti málverjan.
Seinastu løtuna spældi Skála dystin við tíggju monnum, tá Teitur Joensen fekk sítt seinna gula kort. Tilsamans seks gul kort fullu í dystinum, sum var lutfalsliga harður, men ikki ljótur kortini.
Status eftir dystin er, at EB/Streymur hevur væl betri kort í hondini til seinna dystin enn Skála. Spurningurin er bara, hvussu hesi verða spæld. Hesum fæst svar fyri 11. juli, tá seinna hálvfinalan verður spæld.