Skála noyðist kortini til Løkin

FSF noktar fyri at flyta dystin, soleiðis sum feløgini annars vóru samd um


Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at dysturin millum NSÍ og Skála verður fluttur til komandi týsdag, heldur enn at spælast mikukvøldið.
                      Bæði feløgini vóru samd um hesa flyting, og tá plagar talan sjáldan at vera um nakrar formligar trupulleikar við flytingini.
 
Men trupulleikar vóru nú kortini. Í FSF verður ikki mett, at talan var um nóg haldgóða orsøk at flyta dystin, og boðini eru, at dysturin skal spælast mikudagin.
                      Tað merkir, at NSÍ noyðist at vera Óla Hansen og Dánjal Hansen fyriuttan. Teir báðir skulu uttanlands í arbeiðsørindum. Tá dysturin upprunaliga varð ásettur at vera sunnudag, varð ferðin løgd soleiðis til rættis, at teir vóru aftur á klettunum undan hesum. Landsdysturin móti Pólandi hevði tó við sær, at umfarið varð framskundað, og tí setti NSÍ seg í samband við Skáal fyri at fáa dystin fluttan.
 
Skerdir skálamenn
Missurin hjá NSÍ av teimum báðum, Hansen, er tó fyri lítið at rokna, um hugt verður at, hvørjar spælarar Skála noyðist at vera fyriuttan. Pætur Dam Jacobsen fekk reytt kort seinast, og tí er hann ikki tøkur. Hartil eru Pauli G. Hansen, Alexandur Johansen og Jónhard Fredriksberg allir á skaðalistanum, og tí er talan enn einaferð um eina tunga kabalu, sum Jóhan Nielsen skal fáa at ganga upp, tá hann setir liðið saman.