Sonni Johansen
[email protected]
Alt annað vildi verið fullkomin ørskapur, um ikki tann ætlanin, sum kostar minst, er stytst og sum passar best inn í framtíðar ferðslumynstrið verður vald. Eg vóni ikki, at gjørdir verða politiskir rossahandlar, nú loyvini skulu gevast, sigur Sonni Johansen í viðmerking til Regin Jacobsen, sum hevur skrivað um sama evni
Regin Jacobsen, býráðslimur í Runavík, hevur í fleiri greinum í seinastuni viðgjørt fasta sambandi um Skálafjørðin og við Suðurstreym. Hann fjalir ikki, at hann vil hava tunnilin úr Suðurstreymi upp í Runavík, og at hann heldur vil hava ein tunnil undir Skálafjørðin, enn eina brúgv yvir fjørðin. Tí loyvi eg mær at koma við hesari viðmerkingini.
Regin vísir á fyrimunir og vansar við eini brúgv millum eystaru og vestaru síðu av Skálafjørðinum, men eftir hansara tykki tykjast vansarnir at vera nógv fleiri enn fyrimunirnir. Millum annað sigur hann, at vatnútskiftið á fjørðinum verður nógv verri við einari brúgv, heldur enn einum tunnli, men tað tími eg ikki at gera viðmerkingar til.
Síðani kemur hann við einari tekning av teimum ymsu ferðslumøguleikunum. Tað er ikki óhugsandi, at henda tekning er røtt, men hon kann líka so gjarna vera ein reingjan av veruleikanum. Eg eri ið hvussu er ikki førur fyri at siga, um tað vera 18 ella 22 km hjá norðoyingum at koyra til Havnar, alt eftir hvør av strikunum hjá Regini verður vald.
Tað, sum tó er serliga áhugavert er tó, at Regin er farin at hugsa um norðoyingar í hesum høpi. Tað hava vit ikki sæð áður, tá hugsað verður um samstarv millum kommunurnar her á fjørðinum. Hevur Regin hugsað um, at við at kroysta alt út til Runavíkar, verður farleiðin hjá øllum vestara armi seks kilometrar longur enn um tunnilin kemur upp vestarumegin?
Mær tykir, at hetta er enn eitt dømi um, at tað verður ikki hugsað longur enn av Bakka og út í Rók, og tí kundi Regin svarað uppá, hvussu nógv longur tað verður hjá honum at koyra til Havnar, um hann skal tvørtur um fjørðin eftir einari brúgv og niður í tunnilin úti við Tanga.
Tað seinasta sum Regin sigur er, at tað nú er upp til løgtingið at gera av, um tunnilin skal gerast úr Runavík til Havnar saman við einum tunnli tvørtur um fjørðin. Hetta er ikki rætt. Hetta er m. a. als ikki tað, sum eitt samt bygdaráð í Sjóvar Sókn hevur ynskt, og tað er als ikki tað sum vit hava stuðlað tunnilsbólkinum við. Vit ynskja, at tunnilin fer niður á vestara armi á Skálafjørðinum, og at fast samband verður um fjørðin. Um tað verður til ein tunnil ella til eina brúgv, mugu vit semjast um. Tað eru jú vit, sum skulu liva við tí í framtíðini, og tað skal ikki darva menningina hjá vinnuni økinum.
Eitt er tó greitt og tað er, at tað ber ikki til at leggja tunnilsmunnarnar har sum Regin Jacobsen vil hava teir, og so ikki gera alla ætlanina heilt í Gøtudal lidna samstundis. Bara frá Skipaneskrossinum og út til munnan av Toftavatni eru umleið 160 størri og smærri síðuvegir til høvuðsvegin. Vestaru megin eru bara 14 síðuvegir, og tá telja vit úr Skálabotni og út á Tanga.
Veruleikin er eisini, at vegurin á vestara armi eisini er gjørdur við einari framtíðar farleið til Havnar fyri eyga, og at ferðahámarkið er 80 km um tíman á øllum teininum. At smáar broytingar skulu gerast er eyðsæð, men tað er ikki neyðugt við ógvusligum tiltøkum. Ein heilt annar møguleiki er sjálvandi at velja loysnina við einari sundurgreining á havsins botni, har ein grein fer upp á strandalandinum og ein fer upp í Rók. Henda loysn sær áhugaverd út, tí hon hevði avlastað báðar armarnar á fjørðinum.
Vit ganga øll út frá, at tann ætlanin verður vald, sum kostar minst, er stytst og sum passar best inn í framtíðar ferðslumynstrið. Alt annað vildi verið fullkomin ørskapur, og eg vóni inniliga, at hetta mál ikki verður partur av nøkrum politiskum rossahandli, tá loyvini skulu gevast. Lat okkum halda okkum til tað skilagóða í hesum føri og lata lokalpatriotismuna liggja. Tað førir okkum longst fram á leið.