Stórur flogbólts- og fótbóltsdagur verður á Rás2 skírisdag, har byrjað verður at senda klokkan 13.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá teimum fyrru FM-finalunum í flogbólti, sum verða spældar í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 14 spæla mansliðini hjá Fleyr og SÍ og klokkan 17 spæla kvinnuliðini hjá Drátti og KÍF.
Tróndur Arge verður staddur til tvær fjórðingsfinalur í kappingini um løgmanssteypið. Tær verða B36-Víkingur, sum byrjar klokkan 13.45 og HB-EB/Streymur, sum byrjar klokkan 17. Báðir dystirnir verða spældir á ovara vølli í Gundadali.
Fylgt verður eisini við í gongdini í fjórðingsfinalunum NSÍ-Suðringar, sum byrjar klokkan 13, og ÍF-KÍ, sum byrjar klokkan 14.30.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Myndir, ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo, sum eisini fer at kunna um gongdina í øllum dystunum.