Skótar úr øllum heiminum hittast

Á stóru heimsjamboreeini, sum í hesum døgum er á Rinkaby Mark í Svøríki eru 16 væl nøgdir skótar í aldrinum 14-18 ár.

Teimum dámar væl at vera á hesi suverenu leguni sum teir tóku til.

Føroysku skótarnir búgva á leguøki og gera mat saman við skótum úr 5 øðrum londum. Millum hesi londini eru m.a. Fiji og Kambodja. Soleiðis uppliva skótarnir aðrar mentanir frá fyrsta raði. Hetta dámar teimum serstakliga væl.

Aktivitetir

Á leguni eru skótarnir til nógvar ymiskar aktivitetir, har av nógvir snúgva seg um persónliga og kropsliga útvikling og aðrar mentanir. Skótunum dámar væl allar aktivitetirnir, men tann, ið var kosin at vera bestur eitur Quest.

Á hesum aktivitetinum spældu teir spøl, vóru við til forðarenning og so greiddu teir eisini frá eini stórari labyrint, har nakrir teirra mundu verið vilstir. Men teir komu heim í øllum góðum.

Ein annar aktivitetur er hike in camp, har skótarnir fara út á ein gongutúr við eini patrúlju úr einum øðrum landi. Hetta lótu føroysku skótarnir eisini væl at, hóast ein teirra bleiv bitin av einum hesti. Skaðin var ikki stórur; gentan hevur tað gott og tekur tað sum eina øðrvísi uppliving.

Kulasti skótin í heiminum á heimsjamboree

Skótarnir greiddu eisini frá byrjunartiltakinum til leguna, ið var eitt show á einum palli. Hetta var sera spennandi við dansi, musikki, eldslúkarum og fýrverki. Eisini kom skótaovastin í Onglandi, Bear Grylls, síðandi niður av toppinum á pallinum. Føroyingar kenna hann kanska best frá sendingini ”Ultimate Survival”, ið verður víst á Discovery Channel, har hann vísir hvussu man kan yvirliva í serstøkum støðum. Skótarnir vóru ógvuliga imponeraðir av honum og søgdu hann vera kulasta skótan í heiminum.

Legan sum heild

Hóast eina minni ketchup eksplotión í teltinum og skótarnir sova trongt er lagið gott á leguni. Teir uppliva nógv nýtt hvønn dag og tað er nógv at hyggja eftir og siga at legan ikki kann sammetast við aðrar. Hon er so stór og veðrið er eisini nakað nógv betri enn á teimum vanligu føroysku legunum siga skótarnir.

Til síðst greiddu nakrar fnisandi gentur mær frá sjeikunum úr hinum londunum. Onkur var blivin ordiliga forelskað søgdu tær roðnandi.