Tá ið nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum kom til landið fríggjadagin, var tað samstundis ein hin kendasta trolarin í Íslandi, sum skifti eigara.
Talan er nevniliga um navnframa, íslendska trolaran Bessa, sum nú er keyptur til Vágs
Teir hava keypt hann ístaðin fyri gamla South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í heyst.
Tað var beint fyri jól, at felagið P/F Klettur skrivaði undir sáttmála um at keypa Bessa.
Áðrenn kann kom til Føroyar, skuldu ymsar bøtur gerast, men tær blivu so lidnar, og mikudagin loystu teir frá landi í Íslandi.
Fyrst varð farið til Vágs at heilsa uppá vágbingar.
Men nú er hann farin til Havnar, har krøv frá skipasýninum skulu lúkast og væntandi verður hann klárur at fara til fiskiskap seinast i februar.
Bess? varð bygdur í 1989 og flestu sjómenn kenna hann, tí hann fiskaði avbera væl.
Men í 1996 varð hann umbygdur til rækjur, so øll úgerðin er at kalla nýggj.
Nógv betri møguleikar
Nú hava so vágbingar keypt hann fyri 60 milliónir.
Hann skal fiska fyri 31 milliónir um árið fyri at bera seg.
Men Eli Frederiksen, reiðari, heldur, at tað skuldi góð útlit verið til, soleiðis sum rækjufiskiskapurin hevur verið tey seinastu árini.
Hesin nýggi South Island er bæði nógv størri og nógv betri útgjørdur enn gamli South Island var.
Sostatt hava teir eisini nógv betri møguleikar at fiska við honum, enn teir høvdu við tí gamla.
Tann nýggi South Island er 60 metrar langur og hann tekur næstan 500 tons, og tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum tann gamli tók.
Hann hevur trý spøl so teir fáa trola við tveimum trolum.
Skiparin Johannes Joensen sigur, at trolið, sum teir brúktu umborð á gamla South Island hevði var eitt op uppá einar 100 fermetrar.
? Men við hesum nýggja trolaranum hevur hvørt trol eitt op uppá yvir 150 fermetrar.
? Sostatt fara vit frá einum trolopið uppá 100 fermetrar uppá á einar 320-330 fermetrar, so tað er eyðsæð, hvat tað merkir fyri fiskiorkuna, sigur skiparin.
? Alt hetta ger, at møguleikarnir fyri einum góðum rakstri eru nógv betri við hesum bátinum, enn við tí gamla, sigur reiðarin.
Við hesum nýggja bátinum hava teir eisini nógv betri møguleikar at fiska á Flemish Cap.
Har hava føroyingar felags fiskidagar men við gamla South Island gjørdu teir bara nakrar fáar túrar á Flemish Cap.
Annars verður tað tann vanligi fiskiskapurin við Svalbarð.
Men teir hava onga kvotu undir Eysturgrønlandi.
Teir verða einir 16-18 mans við tí nýggja skipinum.
Við gamla South Island vóru teir 14 mans. Teir, sum vóru við gamla South Island fylgja við umborð á tann nýggja, og so skulu nakrir við afturat.
Eftir er bara at ynskja vágbingum tillukku og góða eydnu við bátinum.