Amerikanska Lynndie England gjørdist kend, tá heimurin slapp at síggja myndir, sum avdúkaðu, hvussu amerikanskir hermenn fóru við teimum iraksku fangunum í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad. Á fleiri av myndunum sást Lynndie England brosa uppi yvir teimum bakbundnu, naknu fangunum.
Men nú er brosið horvið, tí amerikonsku myndugleikarnir hava gjørt av at seta hana fyri ein krígsrætt. Sjálv ákæran er ikki almannakunngjørd enn, men verji hennara hevur fingið at vita, at Lynndie England kemur fyri ein krígsrætt í Fort Bragg tann 15. januar.
Sjálv heldur Lynndie England uppá, at hon gjørdi ikki annað enn tað, sum hon fekk boð um at gera. Tað sama hava aðrir amerikanskir hermenn sagt. Teir siga, at yvirmenninir góvu teimum boð um at míkja fangarnar, so tað skuldi vera lættari at fáa teir at siga sannleikan.