SVIMJING
Næstu trý árini skal estiski professarin, Rein Haljand, ætlandi koma til Føroya á hvørjum vári og hvørjum heysti. Her skal hann so filma og greina ein hóp av føroyskum svimjarum, og endamálið við tí er, at svimjararnir skulu kunna betra sín svimjiteknikk. Haljand er professari í konesiologi, sum er vísindi í rørslum hjá menniskum.
At hetta átak kann fara at hava munagóða ávirkan á okkara fremstu svimjarar, er Pál Joensen longu eitt dømi um. Í januar var hann av Svimjisambandinum sendur til Tallinn í Estlandi, har Rein Haljand testaði hann, og út frá tí, sum har er komið burturúr, hevur Svimjisambandið gjørt av at fara undir eina størri verkætlan, sum fer at kosta 150.000 krónur um árið næstu trý árini.
Verkætlanin skal fevna um fleiri svimjarar, og Svimjisambandið sigur seg vænta, at hetta meira ella minni fer at kollvelta føroyska svimjing. Ikki minst, tí kanningarnar hjá Rein Haljand kunnu staðfesta, hvussu støðan viðvíkjandi føroyska svimjiteknikkinum er, samanborið við ta heimselitu, sum hann hevur testað síðstu 20 árini.
Ikki minst fegnast Svimjisambandið um, at við hesum samstarvinum fæst málrættað leiðbeining frá á einum manni, sum hevur universitetsútbúgving í svimjing. Við at fáa Rein Haljand regluliga til Føroya vil Svimjisambandið eisini stuðla góða arbeiðinum úti í feløgunum um landið, við tað at tað besta á økinum verður tikið hendavegin, so bæði svimjarar og venjarar kunnu fáa nakað munagott burturúr.
Tey fyrstu testast
Longu í hesi vikuni verða teir fyrstu 16 svimjararnir filmaðir og greinaðir í Svimjihøllini í Havn. Upptøkur av svimjarunum verða gjørdar í hylinum frá klokkan 10 fríggjamorgunin, og seinnapartin og út á kvøldið, umframt allan leygardagin, verða so svimjararnir greinaðir.
Teir 16 svimjararnir eru Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Katarina Lamhauge, Jón Hofgaard og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Kári J. á Høvdanum, Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Magnus Jákupsson og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Cecilia Eysturdal og Alvi Hjelm úr Ægir, Astrið Foldarskarð og Birita Debes úr Floti og Turið S. Christiansen úr Reka.
Hesir svimjarar eru valdir út í samráði við venjarar og feløg, út frá svimjidygd og ágrýtni, umframt partvís samansetingini av sergreinum, aldursbólkum og feløgum. Felags fyri svimjararnar, at teir eru nakrir av teimum, føroysk svimjing væntar sær allarmest av
Hóast talan í fyrsta umfari er um nakrar útvaldar svimjarar, so fáa aðrir svimjarar eisini møguleikan at mennast og fáa nakað burturúr, tí samstundis verður sett í gongd ein onnur verkætlan, ið leggur upp til, at »videokønar eldsálir« skulu geva øðrum svimjarum møguleika at verða filmaður á samanberiligan hátt. Settur verður á stovn ein videoportalur, har síggjast kunnu allar upptøkurnar, sum so serliga venjararnir kunnu fáa gagn av í sínum arbeiði og sínamillum samskifti.