Almennur fundur um list og almennar pengar verður í Miðlahúsinum mikukvøldið klokkan átta
Tað eru ikki nógvir pengar, vit játta til listarliga skapan. Men nakrar milliónir eru tað kortini tilsamans. ? Hvussu skulu hesir pengar brúkast? Skulu vit yvirhøvur, frá almennari síðu, stuðla list, sum ikki klárar at skapa sítt egna, fíggjarliga grundarlag. ? Og um vit skulu stuðla list, hvussu skal tað so gerast? Hvør skal gera av, hvat skal stuðlast? Skulu tað vera politikarar? Ella embætisfólk í Mentamálaráðnum? Ella fólk við viðkomandi útbúgvingum? ? Og hvørji skulu kriteriini vera? Hevur sokallað "góð" list, sum vendir sær til fá fólk, størri rætt til stuðul enn meira fólkslig list, sum fleiri fólk taka til sín? ? Skulu vit, gjøgnum tann almenna stuðulin, stýra listini ein ávísan veg? ? Hesir spurningar eru aktuellir, nú ætlanin er at umskipa Mentanargrunn Landsins, sum býtir út ein stóran part av pengunum til list í Føroyum. Og teir verða umrøddir á almennum fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið 10. mars klokkan 20.00 undir yvirskriftini: Stýring ella villur vøkstur?? Við pallborðið sita fólk úr føroyska listaumhvørvinum, sum hava havt greiðar meiningar um hesar spurningar: Oddfríður Marni Rasmussen frá Listafólkasambandi Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, umframt eitt umboð fyri Tjóðpall Føroya. ?
Tað er Tjóðveldi, sum skipar fyri fundinum.