Skal sálarkannast

57 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat

Tann skuldsetti maðurin varð handtikin 10. oktober, tí politiið hevði illgruna um, at hann hevði verið atvoldin til, at ein kona doyði sunnudagin 5. oktober í Havn.

11. oktober var hann fyri í rættinum, sum varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur, og hann skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða.

Í gjár vóru tær fýra vikurnar úti, og tí var nýggjur rættarfundur.

Á hesum rættarfundinum legði ákærin fram frágreiðing við nøkrum spurningum, sum rætsmedisinarin, ið kannaði líkið á konuni, hevur svarað uppá.

Rætsmedisinarin heldur, at konan kann hava fingið snuddirnir av at vera dottin, men tað verður ikki hildið sannlíkt. Hon doyði av bløðingum í høvdinum, og rætsmedisinarin heldur ikki, hon kann hava lagt seg í songina sjálv, eftir at hava fingið snuddirnar. Hon kann ikki evera deyð av slagi frá knýttum neva, men heldur av onkrum tingi.

Tað kom fram á rættarfundium í gjár, at frágreiðingin hjá manninum ikki samsvarar við tað, sum vitni ahva sagt.

Ákærin kravdi at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur aftrat, og at hann verður mentalkannaður eins og persónligu viðurskiftini hjá manninum eisini verða kanna.

Verjin mótmælti, men dómarin eftirlíkaði í úrskurðinum, at maðurin skal mentalkannast og varðhaldsfongslast fýra vikur aftrat. Verjin mótmælti ikki.

Maðurin er sostatt varðhaldsfongslaður fram til 5. desember.