Sum flestu føroysku fótbóltsfjepparar vita, so sleppur Fróði Benjaminsen tíverri ikki at leika sín seinasta landsdyst ímóti Rumenia, sum byrjar um eitt bil. Vegna skaða situr Fróði uttanfyri, men ídna fjepparafelagið hjá føroyska landsliðnum, Skansin, hevur tó ikki gloymt skjótt fráfarna føroyska landsliðsliðskiparan.
In.fo hevur tosað við Róland Michelsen og Rúna Stefanson, sum báðir eru virknir limir í Skansanum.
- Vit hava gjørt ein stóran bannara til heiðurs fyri Fróða Benjaminsen, kongin. Vit halda, at Fróði skal heiðrast, tí at tað hevur hann uppiborið, sigur Róland avgjørdur.
Talan er um ein stóran bannara, sum verður sjónligur allan dystin á tamb.
- Bannarin er tríggjar metrar breiður og fimm metrar høgur. Tað hevur kravt sítt at gjørt hendan bannaran, tí at vit hava brúkt tríggjar dagar upp á hann, leggur Rúni afturat.
Eisini er vert at leggja afturat, at Skansin hevur fingið eina sektión afturat í mun til undanfarnar landsdystir. Tað fara at vera umleið 300-350 fjepparar í sektiónunum hjá Skansanum.
At enda blivu báðir fjeppararnir spurdir um, hvat teir vænta, at endaliga úrslitið verður.
- Føroyar vinna 1-0, sigur Róland. Rúni væntar fleiri mál, men kortini ein føroyskan sigur.
- 2-1 til Føroyar, sigur Rúni Stefansson.