Landsstýrið ætlar at seta á stovn eina føroyska skattafría íløgukontu.
Miðað verður eftir at gera eina skipan, sum gevur fólki størri áhuga fyri at spara upp og gera íløgur.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður upplýst, at arbeiðið skal fremjast í samstarvi við TAKS, peningastovnarnar og aðrar viðkomandi partar.
Endamálið er at fáa eina skipan, sum gevur vanligum føroyingum betri møguleikar at byggja upp uppsparing gjøgnum íløgur.
Landsstýrið hevur enn ikki lagt fram ítøkiligar reglur um skipanina, men boðar frá, at hon annaðhvørt verður sett í verk við broytingum í skattalógini ella við einari serligari lóg.
Skattafría íløgukontan er partur av einari breiðari ætlan um at dagføra føroysku skattaskipanina og styrkja búskaparliga grundarlagið hjá húsarhaldunum.











