Tað er nú greitt, at Jógvan Skeel Nolsøe ikki heldur fram í B36. Áleyparin, sum kom frá AB fyri tveimum árum síðani, hevur ikki nakað tilboð í løtuni.
- Eg havi ikki til støðu til nakað beint nú, men í løtuni havi eg einki tilboð á borðinum. Eg havi spurt meg fyri í HB, um eg kann venja við, sigur Jógvan Skeel Nolsøe við in.fo í kvøld.
Hann er uppvaksin í HB, har hann eisini hevur spælt fleiri dystir fyri besta liðið. Av teimum 19 málunum, sum hann hevur skotið í besti deildini, eru fýra av teimum skotin fyri HB. Áleyparin leggur dent á, at hann einki ringt hevur at bera B36.
- Eg havi einki ringt at bera B36, men føli bara at tað er neyðugt hjá mær at royna nakað nýtt, sigur Jógvan Skeel Nolsøe.
B36 kann koma í ávísar trupulleikar við álopsspælarum, tí Patrik Johannesen hevur verið til ymiskar royndarvenjingar í Noreg. Jákup á Borg, venjari hjá B36, sigur at tað er møguligt at liðið styrkir seg, men at hann eisini hevur stórt álit á ungu spælarunum í felagnum.