? Hetta er øgiliga tungt og trupult hjá tingfólki at hava við at gera.
? Hetta er so trupult at seta seg inn í, at mannagongdin avgjørt skuldi verið broytt.
Vilhelm Johannesen er ein av mongum tingmonnunum, sum fýlast á mátanum, sum landsstýrið hesi seinastu árini er farið at seta fíggjarlógina upp uppá.
Hann sigur, at uppskotið, sum t.d. nú er lagt fram, er so fløkt og illa uppsett, at tað er ógvuliga trupult at lesa.
At tað so harafturat í fleiri førum er talan um beinleiðis skeivar og villleiðandi upplýsingar, ger tað sjálvandi ikki betri.
Framsøgumaðurin í fíggjarmálum hjá størsta andstøðuflokkinum sigur, at tað ger tað óneyðuga tung og trupult hjá løgtingsfólki og almenningi at lesa og skilja uppskotið til fíggjarlógina, tá ið hon er so illa sett upp, sum hon er.
? Og er hon ring at lesa og trupul at skilja, førir tað sjálvandi við sær, at tað er óneyðuga trupult at taka lut í viðgerðini báði á tingi og hjá almenninginum annars.
Vilhelm Johannesen sigur, at fremst í fíggjarlógini, sum er ein tjúkk bók uppá 400 síður, er eitt høvuðsyvirlit yvir fíggjarlógina.
? í yvirlitinum, sum gongur frá síðu 3 til síðu 40, eru tveir teigar.
Í øðrum teiginum standa útreiðslurnar hjá teimum ymsu stovnunum og í hinum teiginum standa møguligar inntøkur.
? Men tað, sum eg sakni, í høvuðsyvirlitinum, eru roknskapartølini fyri 1997, játtanirnar fyri 1998 og uppskotini til játtan fyri 1999.
Vilhelm Johannesen sigur, at tað hevur sera stóran týdning, at tølini fyri øll trý árini standa lið um lið.
? Tí næstan alt arbeiðið í sambandi við fíggjarlógina byggir á metingar og á sammetingar.
? Tí er tað serstakliga uttanhanda, at tølini fyri 1997 og 1998 ikki standa saman við uppskotinum fyri 1999 í høvuðsyvirlitinum.
Vilhelm Johannesen sigur, at fyrr vóru allir hesir upplýsingar við, so at játtanirnar kundu samanberast, men fyri nøkrum árum síðani er landsstýrið farið at broyta uppsetingina-og tað til tað verra.
Skeivt og villleiðandi
Vilhelm Johannesen vísir eisini á, at í summum førum eru viðmerkingarnar í fíggjarlógini til einstøk málsøki skeivar, onkuntíð eisini beinleiðis villleiðandi ella mangan bara púra onkisigandi.
Hann nevnir t.d. málið um bústovnar til brekað.
? Í 1998 vórðu fýra milliónir settar av til endamálið, men komandi ár er onki sett av.
? Men í viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri komandi ár stendur, at peningurin verður nýttur til at keypa og byggja hús til fólk innan serforsorgina.
? Tvs, at hóast ikki eitt oyra er játtað til endamálið stendur í fíggjarlógini, at pengarnir skulu nýtast at keypa og byggja hús fyri...
? Hetta sigur mær bara so mikið sum, at hóast játtanin er strikað, eru viðmerkingarnar frá fíggjarlógini í ár beinleiðis fluttar yvir á uppskotið fyri komandi ár, uttan at verða eftirkannaðar.
Hetta heldur Vilhelm Johannesen er ógvuliga villleiðandi.
?Eitt annað dømi er uppskotið til játtanina til inntøkutrygd til fiskimenn.
? Hon er lækkað heilar 25 milliónir, úr 75 milliónum, niður í 50 milliónir.
? Men tað stendur ikki eitt orð í viðmerkingunum um hesa ógvusligu skerjing.
Vilhelm Johannesen heldur, at hetta ber boð um fusk, og at hetta er eitt gott dømi um orðatakið ?skjótt er skitið verk.
? Men tað átti ikki at komið fyri, og so slett ikki í landsins, hægstu umsiting, leggur hann afturat.