Skipasmíð
Føroyingar eru væl fyri, tá vit tosa um at smíða skip. Vit klára at útvikla øll skip minst líka væl sum aðrir, og tí eiga vit at fáa inntøku úr, sigur Jón Danielsen, stjori á Skipasmiðjuni á Skála.
Hann heldur tað vera púra skeivt at fara aðrastaðni við allari teirri vitan, føroyingar gjøgnum fleiri ættarlið hava bygt upp um, hvussu eitt fiskiskip roynist best.
Her hugsar hann um, at menn tosa um at fara út í heim at smíða skip. Biðið verður um eitt skip, og so verður sagt, hvussu vit vilja hava tað. Men tað er ikki altíð, at tann útlendska skipasmiðjan veit heilt nágreiniliga, hvussu allir partar um borð samstarva best.
? Tað vita vit hinvegin á føroysku skipasmiðjunum, sigur stjórin á Skipasmiðjuni á Skála. Hann vísir á, at júst skip, sum smíðað eru í Føroyum, hava víst seg at royndt mest effektiv undir Føroyum. Bæði til fiskiskap og ikki minst sum arbeiðspláss.
Føroyskir fiskimenn hava gjøgnum fleiri ættarlið útviklað hesi skipini og hava borið sínar royndir víðari. Hesum hava teir, sum teknað skip í Føroyum tikið við og hava gjørt skipini eftir hareftir Tey lúka tí tey krøv og ynski, fiskimaðurin setir til tey. Har flýtur alt saman í eina heild.
Mótvegis hesum hava vit skip, sum eru umbiðin uttanlands. Tey verða teknað og gjørd liðug av fólki, sum hava heilt aðrar traditiónir innan fiskiskap, enn vit hava.
Tað er rætt, ásannar Jón Danielsen, at vit hava avmarkaða nøgd av arbeiðsmegi til at gera alt tað, vit kundu hugsað okkum.
Men tað er heldur iki har vit skulu kappast, sigur hann. Tað er í lagi at lata aðrar gera eitt nú skrokkarnar, sum vit hava sæt tað við millum øðrum Teistanum.
Men tað, sum er áhugavert í hesum sambandinum er, at vit hava útviklað skip, sum vit saktans kundu selt uttanlands eisini. Vit skulu satsa upp á teir partarnar, sum ikki krevja so nóv fólk. Eina teknistovu, sum kann tekna skipið. Fáa spaniólar ella polakkar at sveisa. Gera liðugt heima hjá okkum sjálvum og so selja aftur.
Fyri ikki at tala um at gera okkara egnu skip. Føroyski fiskiflotin verður tvingaður til útskifting heilt skjótt. Og tað er ikki nóg gott, um alt hetta arbeiðið skal gerast uttanlands, tá vit saktans kunnu gera tað her hjá okkum sjálvum.
At tað er so nógv bíligari uttanlands, er hann ikki bara samdur í. Hann nevnir dømi, har skip er smíðað í Føroyum og klárar seg fínt, meðan onnur, av somu stødd, sum eru innflutt, eru farin av knóranum.
Kanska júst tí, at tey hava havt ábøtur fyri neyðini. Hava mist tíð, har tað føroyska hevur verið effektivari bæði til fiskiskap og landing.
Eitt nú nevnir hann eitt trolarapar, sum smíðað er her heima, sum siglir at kalla í pendulferð út og inn. Tað tekur onga tíð at landa og gera klárt og fáa tey tí fleiri dagar, enn onnur.
Júst her koma tær áralongu royndirnar, okkara fiskimenn hava savnað, til góðar, vísir Jón Danielsen, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, á.