Fyrsta royndin yvirhøvur á heimavølli hjá føroyska U-21 landsliðnum í fótbólti endaði við 2-0 tapi ímóti Grikkalandi, sum fegnaðist um at fara av Svangaskarði við øllum stigunum.
Í føroysku leguni var lagið ikki heilt so gott,
- Hetta var ikki rættuliga okkara dagur. Vit høvdu ætlað okkum at fáa nakað burturúr 12. september 2007, staðfesti annar av venjarunum, Bill Jacobsen, eftir dystarlok.
Í 2. hálvleiki var eingin munur á liðunum. Málmøguleikarnir vóru fáir, og Føroyar kundu havt minkað um munin, tá ið Páll M. Joensen tíðliga í 2. hálvleiki var spældur leysur í høgru. Í staðin fyri at royna ímóti málinum valdi Páll at spæla upp á tvørs, men bólturin varð blokeraður, áðrenn hann náddi til innskifta Kristoffur Jacobsen, sum var leysur mitt fyri málinum.
Lítla løtu undan leikloki lyfti innskifti Arnbjørn Hansen upp um málverjan, men bólturin varð beindur burtur beint áðrenn, at hann fór í málið.
Í 1. hálvleiki hevði føroyska liðið trupulleikar. Serliga seinna partin av 1. hálvleiki var Grikkaland greitt omaná. Grikkar brúktu longd og breidd á vøllinum, og teir spældu seg til einstakar málmøguleikar. Tvær ferðir skoraðu teir – í 30. og 40. minutti – og báðu ferðirnar var tað við høvdinum, at teir stýrdu bóltin í málið.
Í fyrra førinum varð málið skorað eftir innlegg úr vinstru. Støðan uppstóð eftir útspark frá føroyska málverjanum og grikskan sigur á miðjum vølli í luftstríðnum. Bólturin varð stýrdur í málið við nærra stólpan.
Í seinna førinum var talan um langt innlegg úr høgru. Grikkin var púra leysur mitt fyri málinum og stýrdi bóltin í handaru síðuna av málinum.
- Tað stemmaði ikki hjá okkum í 1. hálvleiki, tá ið vit taptu nærdystirnar og vóru ov seinir á næstu bóltunum. Vit mistu Einar Hansen í hálvleikinum, eftir at hann longu frammanundan hevði verið uttanfyri til viðgerar í fimm minuttir, og Sam Jacobsen var eisini uttanfyri til viðgerar í góða løtu. Grikkarnir vóru stinnir í luftini, og teir høvdu ælbogarnar ovarlaga, tá ið teir fóru upp í luftdystir, staðfesti Bill Jacobsen, sum var betri nøgdur við avrikið í 2. hálvleiki, hóast hann ikki helt, at 2-0 tap á heimavølli kann brúkast til so nógv.
Tá ið Einar Hansen varð skiftur út, varð Jóhan V. Gunnarsson fluttur aftur á vongverjan í vinstru. Emil N. Leifsson varð fluttur á ytsta miðvallarplássið í vinstru, og Kristoffur Jacobsen varð settur inn á sentrala miðvøllin.
Fleiri av føroysku spælarunum stóðu seg væl í 2. hálvleiki. Jónas Þór Næs var sannur brandur á vongverjanum, Bogi Løkin var heilt framúr arbeiðssamur á miðvøllinum, og sum heild var tað meiri tyngd í avrikinum, enn tað hevði verið góða løtu undan steðginum, tá ið føroyska liðið lá aftarlaga og hevði ilt við at fáa liðavrikið at hanga saman – bæði í álopi og verju.
Føroyar-Grikkaland 0-2 (0-2)
U-21 landslið
EM Undankappingardystur á Svangaskarði mikudagin 12. september 2007 kl. 14.00
0-1: Antonis Petropoulos 30.
0-2: Sokratis Papastathopoulos 40.
Dómara bólkur úr Wales: Simon Lee Evans, Maldwyn Williams, Philip Thomas og Dean John.
UEFA dómaraeygleiðari úr Ungarn: Sándor Piller
Føroyar: Gunnar Nielsen, liðformaður, Blackburn - Jónas Þór Næs, AB, Sam Jacobsen, GÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar Hansen, NSÍ (Kristoffur Jacobsen, KÍ, 46.) - Levi Hanssen, Skála - Magnus Olsen, B71, Bogi Løkin, NSÍ, Emil N. Leifsson, HB (Christian R. Mouritsen, Manchester City 67.), Jóhan V. Gunnarsson, B36 - Páll M. Joensen, HB (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 56.).
Gult kort: Jónas Þór Næs,
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, B71, Pætur Jørgensen, AB, Rógvi Holm, AB og Ólavur í Ólavsstovu, HB.
Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen.
Grikkaland: Alexandros Kasmiridis, OFI Crete FC – Ioannis Maniatis, Panionios FC, Giorgios Galiisios, Larisa FC, Sokataris Papastathopolous, AEK, Giorgios Tzavelas, Kerkyra FC – Elini Dimoutsos, Panathinaikos, Antonis Stavrus Rikva, Skoda Xanthi, Makos Grigoris, Panonios FC, Lazarus Christodvulopovlos – Konstantinos Mitruglou, Antonis Petropoulos, Egaleo FC.
Gult kort: Giorgios Galiisios
Venjari: Nikolaos Nioplias