Skerdir til oddabrakið

Komandi Formula-umfarið líkist í mangar mátar sannleikans tíma. B36 og NSÍ eru í løtuni ájøvn í oddinum við 44 stigum hvør, og júst tey bresta saman við Løkin í Runavík komandi sunnudag.

Men tað er ikki heilt frítt, at teir í B36 nú hugsa um, hvussu liðið skal setast saman til tann dystin. Umframt leikbannið, sum Jákup Mikkelsen fær fyri sítt reyða kort, hevur B36 eisini tvey onnur leikbann til trupla útidystin. Bæði Mikkjal Thomassen og Alex José dos Santos vóru á markinum undan dystinum móti KÍ sunnudagin, og við hvør sínum gula korti standa teir báðir nú eisini á listanum yvir spælarar, sum ikki kunnu taka lut í komandi dystinum.