Skert innandura FM byrjar í morgin

Í Vági høvdu tey spent bogan hart fyri at kunna skipa fyri einum FM í innandura-fótbólti, virðisløn, veitslu o.a.

Men knappliga meldaðu fleiri lið norðanfjørðs avboð til kappingina í Vági.

Kapping verður kortini, men nú verður talan um eina skerda útgávu.

6 kvinnulið frá FC Suðuroy og AB fara at kappast hjá kvinnunum, meðan 16 lið hjá FC Suðuroy, TB, Royn, B68 og Undrinum fara at kappast hjá monnunum.

Kappingin hjá monnunum byrjar klokkan 11 í morgin, og kappingin hjá kvinnunum byrjar klokkan 14.

Um kvøldið verður skipað fyri dansi í Vágshøll.