Skert United vann á Arsenal

Eitt sjálvmál og Wayne Rooney var munurin, tá eitt skert Manchester United í dag vann á Arsenal 2-1

Seinasti dysturin í Premier Leagyue í dag var stórdysturin millum Arsenal og Manchester United á Emirates leikvøllinum í London. Eitt sjálvmál frá Arsenal verjuspælaranum, Kieran Gibbs, tíggju minuttir inn í seinna hávleik, og eitt mál stutt fyri tíð frá Wayne Rooney var nokk til at vinna dystin. Innskifti Oliver Giroud minkaði um munin í yvirtíðini.

Manchester United hevur stórar trupulleikar í verjuni orsaka av skaðum. Tað bleiv bara verri í hesum dystinum, tá Luke Shaw eisini bleiv skaddur. Tá sást eisini á verjuspælinum í fyrra hálvleiki, tá Arsenal kom fram til onkrar stórar møguelikar.

Størsta møguleikan hevði Jack Wilshere, tá hann bleiv spældur ígjøgnum í brotsteiginum. Heldur enn at spæla upp á tvørs til Danny Welbeck, ella skjóta bóltin í málið, so trillaði hann bóltin beint á David De Gea, málverja á Manchester United.

Jack Wilshiere mátti seinni takka fyri seg vegna skaða. Manchester United kom á odda góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá málverji og verjuspælari hjá Arsenal rendu saman. Luis Valencia skjey og rakti Kieran Gibbs og so vóru gestirnir úr Manchester á odda.

Arsenal tveitti fólk fram og tað endaði við, at Wayne Rooney stutt fyri tíð kundi leggja Manchester United á odda 2-0. Innskifti Oliver Giroud minkaði um munin stutt fyri tíð.

Spurningurin er nú um Louis van Gaal hevur fingið tamarhald á støðuni í Manchester United, sum í løtuni liggur nummar fýra í Premier League, meðan Arsenal liggur nummar átta.

Premier League:

Arsenal – Manchetser United 1-2 (0-0)

0-1 Kieran Gibbs, 56 sjálvm

0-2 Wayne Rooney, 85

1-2 Oliver Giroud, 90+5

Chelsea-West Bromwich Albion 2-0 (2-0)

11. 1-0 Diego Costa

25. 2-0 Eden Hazard

 

Everton-West Ham 2-1 (1-1)

26. 1-0 Romelu Lukaku

56. 1-1 Mauro Zarate

74. 2-1 Leon Osman

 

Leicester City-Sunderland 0-0

 

Manchester City-Swansea 2-1 (1-1)

09. 0-1 Wilfried Bony

19. 1-1 Stevan Jovetic

62. 2-1 Yaya Toure

 

Newcastle- Queens Park Rangers 1-0 (0-0)

78. 1-0 Moussa Sissoko

 

Stoke City-Burnley 1-2 (1-2)

12. 0-1 Danny Ings

13. 0-2 Danny Ings

32. 1-2 Jonathan Walthers