Skifti og flyting

Spurt verður, hví starin ikki er tjóðfuglur okkara ? hann er hjá okkum alt árið Hví hava ein flytifugl? Slíkt er innantómt skvaldur og eigur at verða kutað burtur við einum klippi, segði Dagfinn Olsen millum annað í grækarismessu røðu í Vági

Grækarismessa ber boð um skifti. Tjóðfuglurin ? tjaldrið ? boðar vár.
At Messa
Spurdi tú eitt nokkso at sær komið barn, so hevði svarið helst verið, at tað at messa er nakað, ið prestur ger.
Messurnar eru mangar og kaða vit á fremstu bløð á so mongum av okkara bókmentum, so velja rithøvundar okkara ofta at rita og datera fororð sítt á eina ávísa messu.
Onkur hevur so gjørt tað øvugta og uppfunnið messur ella sligið fast, at tá júst hansara fororð varð skrivað, var eingin messa.
Tíðir skifta.
Og júst grækarismessa er tekin um skifti. Vit heilsa á grækarismessu ? 12. mars - tjóðfugli okkara vælkomnum. Vit heilsa tjaldrinum vælkomnum, hóast enn er heldur baldrut, hugsar ein um veðrið. Tí tjaldrið er flytifuglur, sum føroyingar so mangir.
Tíðir skifta. Vágur er bygd, sum í farnu øld bar um boð um fólk, ið vildi nakað, her var virksemi, og fólk savnaðust úr øllum Føroyum. Her hendi nakað. Fólk ferðaðust til Vágs úr øllum landinum at finna arbeiði, - mest fiskaarbeiði. Og mong settust niður her. Gjørdust vágbingar.
Tey tilkomnu eiga helst eina mammu, ella ommu, ið kanska er um 60 ? 70 ára aldur og sigur ?noy? og fortelur um barnadagar í Fuglafirði ella í Havn, og kallar ónsdag fyri mikudag, tórsdag fyri hósdag. Og so koma fløkjurnar í ? hesar vælsignaðu fløkjur, ið bara binda okum tættari, í staðin fyri at spjaða.
Tí, fløkjur, - her bent á dialektir - , binda okkum saman: hugsa tær, um tær ikki vóru. Hvussu nógv longri ger tað ikki samrøðuna, um vit skulu hugsa um gerandisheitini. Bara tað, at ein sigur . . ha?? So hevur ofta ein samrøða sæð dagsins ljós. Ofta vinarlag fyri lívið Meira skal ikki til!
Tíðir skifta
Í Pakkhúsium var fyrilestur hóskvøldið. Klaus Kiesewetter greiddi frá ferðum sínum í Anktarktis. Og fram kom, at eisini har hitti hann tjøldur.
Og eisini í New Zelandi hevði hann sæð tjøldur , enntá 12. mars ? á grækarismessu. Svørt tjøldur, ið eru heldur størri, enn tey, vit kenna.
Spurt verður: hví er t.d. starin ikki tjóðfuglur ? hann er hjá okkum alt árið Hví hava ein flytifugl?
Slíkt er innantómt skvaldur og eigur at verða kutað burtur við einum klippi.
Um nakar, so eru føroyingar tekin um, at fólk eru til at flyta og tað gera tey eisini. Mong leita sær útbúgving uttanfyri landoddarnar og mong eru eisini tey, ið búleikast fjart frá Føroya klettum og klára seg væl, men tó hava tey fosturlandsalsk og vitja og minnast upprunan.
Eins og flytifuglurin!
Og romantisk ella heimfødd hugsan um, at Føroyar hava ligið fjarskotnar og avskornar frá umheimnum, er bert boð um vantandi innlit.
Føroyar hava ongantíð ligið uttan samband við umheimin. Her eru altíð komin skip. Antin at ræna ella selja. Samband hevur so altíð verið, so ella so. Og úrslit komið buturúr ? so ella so.
Og føroyingar hava leitað fjarskotnar leiðir at finna til lívsins uppihald og at finna íblástur. Og til land okkara hava fólk leitað og borið við sær gripir av alskins slagi ? bæði handligar og andligar.
Nei, føroyingar eru ikki heimføddir og uttan týdning í alheimshøpi.
Hugsið bert um ? í gásareygum - ?føroysku kvæðini?, dansin! Tey ganga fyri seg á fløtunum í Fraklandi og aðrastaðir, har trø og skógur er gerandiskostur.
Og stevið og dansurin finst eisini á europeiska meginlandinum, um enn ikki í upprunalíki, sum hjá okkum, her hann er varðveittur.
Sum eitt innskot komi eg her at hugsa um, at kanska skulu vit ansa okkum við at eyðmerkja okkum - og hetta og hatta ? at tað er ?serføroyskt?. Hvat er galið við bara at vera føroyskt?
Tað er saktans gott.
Undanfarnu orð benda jú á, at alt er ein alheimur, ið hongur saman. Avmarkingarnar gerast alt færri í okkara tíð, sum heimurin minkar. Alt er uppdagað, land er funnið og at senda eitt sms-boð ella eitt teldubræv til New Zelands, har tjøldur eisini halda til, tekur bert nøkur sekund.
Tíðir skifta og verðin er veruliga vorðin lítil.
Men vit siga, at tjøldrini vitja heim til Føroya.
Kaða vit so í okkara heimliga cosmos, so er mangt at tríva í.
Vágsbygd hevur sanniliga fostrað flytifuglar, hóast tað sermerkir fólkið, at kærleikin til heimbygdina er stórur.
Ikki er sjáldan, at t.d. Útvarp Føroya ringir til fjarskotnar krókar í heiminum, og ein vágbingur tekur hornið á Amager ella í Alaska.
Fólk eru eins og flytifuglarnir. Fólk flyta!
Vágsbygd merkti, um nøkur ? árinini av kreppuni, ið herjaði fyri bert 8- 9 árum síðani, men sum hjá mongum longu tykist gloymd. Fólk fluttu og vístu eisini harvið, at dugur var í. Tey kundu saktans javnsetast við arbeiðsmegi á øllum økjum í okkara grannalondum.
Føroyingar tykjast ikki vera ráðaleysir. Tá hart hevur leikað á búskaparliga, eru fjarleiðir royndar, við góðari eydnu. Vit hoyra og lesa nú um reystmennini í Grønlandi í baldrutu fimti- og sekstiárunum.
Taka vit og gera status í Vági í dag, so sær gott út. Tá eg kom higar fyri eini 6 ?7 árum síðani var tað eitt spæl at fara til arbeiðis í bili klokkan 8 á morgni og somuleiðis um middagsleitið. Ferðslan var ikki nógv.
Tað var heldur deyðligt!
Í dag er tað sum í stórbýnum, ella, verri. Virksemi er nógv og ferðslan helst størri, enn vegirnir eru gjørdir til.
Men tó er gongdin í Føroyum tann í dag, at flytingin er í hásæti og øll eru samd og flyta sama veg. Miðstaðarøkið dregur.
Og hóast ymisk álit um økismenning, útoyggjaálit og annað, so kann eg ikki siga annað, enn at eg havi ikki álit á øllum hesum álitunum!
Sum ein, ið er fluttur hinvegin, er lætt at síggja trupulleikar, ið ein sum miðstaðarbúgvi ikki gav sær far um. Fólk hava onkuntíð spurt meg, hvussu tað er at vera sokallaður norðoyingur, millum suðuroyingar, ið eru so mælskir.
Eg havi altíð svarað, at eg trívist væl. Tí tað er satt . Men kanska eg traðki onkran á tærnar, - tað gerst ikki við- , um eg fari víðari og eri ordilga ærligur:
Hetta mælska fólkaslag fyri sunnan er tað einasta, ið koyrir á vegum, har bilar mugu halda av fyri hvørjum øðrum. Infrastruktururin er út av lagi vánaligur. Og brátt er oyggin einasti útjaðari í Føroyum.
Skil tað, tann ið skilja kann.
Tunnilsgerðir eru í gongd til ? ja, eg veit ikki hvar? Úr Suðuroynni hoyrist einki.
Eg má siga, at eg skilji ikki rættuliga mælska fólkaslagið, sum ber orð fyri at brúka seg, men sum í mínari verð so avgjørt hevur fingið minst burturúr síðstu 30 árini og sum so avgjørt má vera Føroya tolnasta fólkaslag.
Holini eru mong og tey vera væl fleiri!
Nær suðuroyingar síggja eitt ljós fyri endanum av tunnlinum er ein spurningur, ið eg fegin vildi vitað svar uppá!
Tíðir skifta.
Grækarismessa ber boð um vár og ljósari tíðir, so hvør veit, vónin livir!
Axel Tórgarð skrivar nakað soleiðis í bókini Dagar í nøvn í árinum :
Grækarismessa er til minnis um tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. mars ár 604. Hann skipaði fyri mongum tiltøkum og gav boð um leiðbeiningar um lívið í kirkjuliðnum og hjá tí einstaka. Hann sigst. m.a. hava fingið í lag sonevnda gregorianska kirkjusangin, sum tey kønu halda føroysku kingoløgini eru komin av.
Upprunaliga griska heitið merkir: hin árvakni.
Grækarismessa er ein av teimum døgunum, ið boða várið.
Tey gomlu plagdu at kvøða hetta ørindi:
Grækarismessa hvítaskegg
Hann lokkar børnini út um vegg
Men Bartolomeus vetursins vin
Hann koyrir børnini inn til eldin ígen.

Grækarismessuhald er íkomið í nýggjari tíð og dagurin verður eisini róptur tjaldursdagurin.
Um flytifuglurin, tjóðfuglurin- so setti seg í miðum landi ella í útjaðara, so eru ynskini greið. Tjaldur, ver vælkomið!