Skilaleys ferðsla og vegbungur

Hesa ljósu ársins tíð er sera nógv ferðsla í miðbýnum í havn - serliga um kvøldið og út á næturnar.

 

Við at gjørt nakrar fysiskar ábøtur kundu býarmyndugleikarnir megna- at fyribyrgt vanlukku, sum eftir øllum at døma ikki kann fyribyrgjast við at tosa fornuft

Áðrenn hendan vikan er úti, eru vit komin um longsta dag, og dagarnir fara aftur at styttast, og summar gongur móti vetri.


Øll fegnast vit um ljósu tíðina, og vilja vit fegin út at njóta ljósu og lýggju summarkvøldini. Tann, ið spákar sær ein túr í býnum í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: Tí frægari veðrið er, størri og vandamiklari er ferðslan í miðbýnum.


Tað hevur so mangan verið nortið við kappkoyring og aðrar vandar í ferðsluni. Hetta - serliga eftir at onkur álvarslig ferðsluvanlukka hevur skakað samfelagið alt. Tá ein tíð er umliðin, so er sama skilið aftur.


Í hesum sambandi kundu vit hugsað okkum at mælt býarmyndugleikunum í Havn til at bøtt um støðuna - áðrenn skaðin hendir! Tað eru ikki altíð tey stóru tøkini, ið eru neyðug. Lat okkum taka okkurt ítøkiligt dømi:


Áarvegurin, Kongabrúgvin og Havnargøta (Røntgan) eru mest trafikeraðu vegastrekkini í býnum hesi kvøld, samtundis sum nakrir fáir bilførarar koyra skjótt - og sera skilaleyst. Løgreglan hevur viðgingið, at hon ikki hevur tamarhald á hesum fáu ungu monnum; teir hava verið heima og tosað við foreldur, tikið koyrikort o. a., men einki hjálpir.


Ein ítøkiligt loysn at bæst hesum óskili hevði verið at gjørt nakrar vegforðingar - vegbungur - sum heilt víst høvdu minkað um ferðina.


Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor, og eina smala gongubreyt. Eitt undur, at einki álvarsligt óhapp er hent her. Hyggjuráðini eru kortini at bøta um vandan, áðrenn skaðin hendir!


Sama kundi verið gjørt á Havnargøtu.


Nógv hevur verið tosað um, hvørt vegbungur gera ta nyttu, tær eru ætlaðar til. Tað kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men greitt er, at vegbungur kunnu gerast soleiðis, at til ber at koyra við ávísari ferð tvørtur um tær. Passandi kundi verið við 30 km/t á nevnda vegastrekki.


Ber ikki til at bøta um ferðsluóskilið við at tosa fornuft við fólk, so er rætta loysnin at gera bíligar fysiskar ábøtur, ið steðga skilaleysu koyringini, meðan tann skilagóða ferðslan kann koyra sum um einki var hent.