Skip rakt av dronu í Svartahavinum

Sjóferðslumyndugleikarnir í Panama siga, at skipið varð rakt av einari dronu, men einki verður sagt um, hvør sendi dronuna

Fleiri skip eru álopin í Svartahavinum, men henda myndin er ikki frá álopinum hósdagin

Hósdagin læt ein av manningini umborð á einum skipi í Svartahavinum lív, og tveir aðrir av manningini fingu løstir.

 

Skipið, sum varð rakt, er skrásett í Panama.

 

Sjóferðslumyndugleikarnir í Panama siga, at skipið varð rakt av einari dronu, men einki verður sagt um, hvør sendi dronuna.

 

Umframt, at ein av manningini læt lív, fingu tveir aðrir løstir, harav annar fekk álvarsligan skaða.

 

Myndugleikarnir í Panama siga, at arbeitt verður nú við at savna inn upplýsingar um hendingina, tá skipið varð rakt í Svartahavinum.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

 

 

 

 

 

Fleiri skip eru álopin í Svartahavinum, men henda myndin er ikki frá álopinum hósdagin