Skip skulu rinda havnagjald

Føroya Kommunufelag heldur onga orsøk vera til, at skip hjá tí almenna skulu hava sersømdir fram um onnur skip Á fundi í Føroya Kommunufelag í gjár hevði felagið til ummælis uppskotið hjá fiskimálaráðnum um havnagjøld við meira.

Uppskotið leggur upp til, at skip hjá tí almenna, eitt nú strandfaraskip og skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, skulu sleppa undan at rinda havnagjald.

Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at felagið onga orsøk heldur vera til, at munur verður gjørdur á skipum hjá tí almenna og øðrum skipum.

Hann vísir á, at øll skip skulu viðfarast eins, og tí heldur felagið tað ikki vera rætt at pilka nøkur skip burtur úr, sum ikki skulu rinda havnagjald.

- Nógvar kommunur hava gjørt stórar íløgur í havnir, og vit duga einki skeivt at síggja í, at eisini skipini hjá tí almenna skulu rinda fyri ta tænastu, tey fáa, sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Asbjørn Djurhuus.