Jóhan Eli L Poulsen er skipari umborð á Stelki, og hann hevur gjøgnum fleiri ár á sjónum lagt merki til nógva skrellið í havinum, sum kemur við í trolinum, tá fiskað verður. Hann heldur, at landið átti at gripið inn í og álagt øllum føroyskum fiskiskipum at verið við í onkrari skipan, sum eggjar fleiri at taka hetta burturkastið við til lands.
- Føroyingar eru nokk teir, ið taka mest skrell við til lands. Mann skuldi havt onkra bonus- ella takkarskipan fyri at tikið slíkt við til lands, ella kundi mann fyri tað minsta sloppið at beint skrell burtur uttan kostnað, tí hettar kostar reiðaríunum nógvan pening árliga. Hetta vildi eggjað øllum til at gjørt tað, sigur Jóhan Eli L Poulsen.
Hann vísir á, at umborð á Stelki hava teir júst fingið eitt gamalt russiskt trol við umborð, sum hevur ligið á havsins botni. Hetta mugu teir gjalda fyri at fáa beint burtur, tá teir koma til lands.
Fishing for litter er eitt átak hjá KIMO, ið hevur til endamáls at minka um skrellið í havinum. Einfalda skipanin bjóðar fiskiskipum stórar rusksekkir, sum sjómennirnir so kunnu fylla tað burturkast í, sum teir frammanundan fáa við í teirra fiskiskapi. Haraftrat skal mann einki gjalda fyri at beina skrellið burtur. Hetta er ein fyrimyndarlig skipan, heldur skiparin umborð á Stelki.
- Eg haldi, at allir føroyingar kundu verið partur av hesari skipan. Alt verður jú skrásett, og tað gevur eisini føroyingum eitt gott ljós úteftir. So kundu skip og reiðaríir sloppið at beint burtur uttan kostnað og møguliga fingið okkurt stempul ella diplom hesum viðvíkjandi - tað hevði verið frálíkt, sigur Jóhan Eli L Poulsen.
Sum nú er, eru nakrir trolarar í Leirvíkar kommunu við í Fishing for litter verkætlanini. Jóhan Eli L Poulsen meinar, at øll føroysk skip áttu at luttikið.
- Men sum hugsunarhátturin er hjá tíverri alt ov nógvum føroyingum í løtuni, so skal vinnan bara gjalda, og ongantíð betri, um okkurt eykaavgjald kann leggjast á hana. Landið átti at gripið inn í verkætlanini fyri einar grønari Føroyar, sigur Jóhan Eli L Poulsen.