Tá triathletararnir hoppa inn í Seine á OL-stafettkappingini mánadagin - um teir sleppa - hava teir ikki havt møguleika at fyrireika seg til svimjingina í nærumhvørvinum, sum bíðar teimum.
Venjingin sunnudagin í Seinen er, eins og venjingin leygardagin, avlýst vegna heilsuna hjá triathletunum. Vatngóðskan er framvegis ónøktandi, eftir at tað regnaði illa í París mikudagin og hósdagin.
Tað sigur OL-fyriskiparin sambært Reuters.
Tí mugu triathletararnir enn einaferð sláa seg til tols við súkklu- og rennivenjing sunnudagin, um teir ikki vága sær í almennan svimjihyl.
Fyriskiparin satsa framvegis uppá, at Seinen er nóg rein til at tað er trygt at hoppa í ánna í Paris mánadagin, tá ið svimjað verður um OL-málm.
- Vit vænta, at umstøðurnar fara at batna, eru stuttu boðini.
Eisini í upptaktini til triathlon kappingarnar hjá einstaklingum vórðu venjingarnar í Seinen avlýstar. Vatngóðskan vísti seg at vera nóg góð, at kappingin kundi haldast mikudagin við 24 tíma seinking.
Svimjing í ánni hevur verið bannað í meira enn 100 ár, men býráðið í París hevur brúkt nógva orku upp á at reinsa Seinen áðrenn OL.
Seinastu tíggju árini verður mett, at umleið tíggju milliardir krónur eru brúktar til at betra um vatngóðskuna. Tað hevur tó ikki hjálpt, at kloakkskipanin í býnum flýtur yvir, tá tað regnar illa, og hetta førir í síðsta enda til, at kloakk rennur inn í Seinen.
/ritzau/