Hondbóltur ? kvinnur
Tað var skjótt greitt á Giljanesi, hvønn veg tað bar, tá Stjørnan var á vitjan leygardagin.
Kanska var munurin ikki hin øgiliga fyrstu tíggju minuttirnar ella so, men miðskeiðis í hálvleikinum settu favorittarnir úr Klaksvík veruliga ferð á. Sjey mál á rað beindu alt fyri eitt allan iva um sigurin av vegnum, og tó at Sóljan eftir hetta slapp upp í part, so var ikki skuggin av spenningin um, hvør parturin skuldi fara við stigunum.
Nógv upp á spæl
Dysturin var annars ein av teimum, har nógv stóð upp á spæl hjá báðum pørtum. Sóljan stríðist aftur í ár fyri lívinum í deildini, og enn skulu tær onkursvegna bjarga sær stig, um bjargingin skal gerast veruleiki.
Móti Stjørnuni, sum stríðist fyri silvurmerkjunum, munaði tó lítið, og spurningurin er so, um hetta var tað, sum skuldi til, fyri at fáa Stjørnuna í gongd aftur. Avrik teirra hava als ikki verið eins sannførandi í endaspælinum, sum tey vóru í grundspælinum, og nú er veruligur vandi fyri, at ætlaðu silvurmerkini verða av ongum. Tær hava tó enn møguleikan at gera hetta av sjálvar, tá tær um tvær vikur vitja hjá Neistanum í Havn.
Dysturin í tølum
Sóljan-Stjørnan 20-26 (6-15)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 7(2), Marjun Johansen 4(1), Heidi Maria Akselsen 4, Heidi Haraldsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Jana Jacobsen 1, Jóhanna í Horni 1
Stjørnan: Andrijana Milodanovic 7(2), Simona Dziugyte 5(2), Bára Skaale 5, Joan M. Jeonsen 3, Anna Kristina Samson 3, Beinta Klakstein 2, Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: Sóljan 4, Stjørnan 9
Útvísingar: Sóljan 1, Stjørnan 1
Dómarar úr VÍF: Agnar Joensen & Piti Negru.