Skjótt skal akurin skerast

At síggja til gulnar akurin, men enn eru grønlitt aks ímillum, og tá er kornið ikki búgvið at skera og heysta.

Nú nærkast akurskurðartíðin. Hetta er tíðin, tá kvinnur og menn gingu í akrarnar at hyggja, hvussu kornið var búgvið. Men, tað er fáur, sum veltur korn í dag.

 

Og tó. Okkult undantak er. Í Koltri hevur í nøkur ár verið velt korn, nevniliga tvey sløg av føroyskum byggi, Tampar og Sigur, sum kornsløgini verða rópt.

 

Á Facebook-síðuni - Koltur - verður um dagarnar sagt, at nú nærkast akurskurðartíðin.

 

- At síggja til gulnar akurin, men um hugt verður nærri eftir aksunum, eru enn grønlitt aks ímillum, og tá er kornið ikki búgvið at skera og heysta.

 

Henda dagin í vikuni, tá myndir eru tiknar av kornakrinum í Koltri, sveiggja føroysku byggteigarnir í lotinum og hava líla sum hug at leggja seg undan lotinum.

 

Hetta eru byggteigar, men á myndunum á Facebook-síðuni - Koltur - sæst eisini, at okkurt havrafræ hevur verið ímillum, tá sátt hevur verið í Koltri.