Skjótur flutningur og heildarloysnir

Smyril Line ætlar at vera til reiðar, tá oljuleitingin fer at kasta nakað av sær. Norrøna er væl egnað til flutning, og avgreiðslutíðin er ikki long. Eisini hevur Smyril Line fyrireikað eina innkoming, har gestir kunnu fáa heildarloysnir til alt virksemi

 

Stefan í Skorini


Smyril Line fer at nøkta ferðafólki og oljugestum teir mest grundleggjandi tørvirnar. Tænasturnar hjá Smyril Line fevna um flutning av bæði farmi og ferðafólki, og eisini verður møguleiki at fáa heildarloysnir hjá Smyril Line.

Løgtingið hevur samtykt við lóg, at alt virksemi í sambandi við oljuvinnuna skal um føroyska bryggju, og tí verður væntandi, at virksemi fer at økjast munandi. Tí ræður um at verða til reiðar, tá møgulig viðskiftafólk hava tørv á eini tænastu sigur Jónfinn Simonsen, leiðari á farmadeildini hjá Smyril Line.

Smyril Line kann bæði flyta ferðafólk, farm og aðra útgerð við Norrønu, sum júst er umvæld at lúka altjóða krøv. Fyrimunurin við skipinum er, at farmurin verður rullaður umborð og avaftur skipinum. Sostatt kann farmurin setast á ein vogn í Danmark, og farmurin verður allatíðina verandi á jørðini, til hann kemur uppá pláss.

Skipið kann tømast eftir hálvumøðrum tíma, og tí er bíðitíðin ikki long. Norrøna gongur eisini skjótt, og tí verður farmur, sum verður tikin umborð leygardag í Hanstholm, á Havnini mánamorgun.

Hetta er eitt gott alternativ til aðrar flutningsmøguleikar við teimum fyrimunum, sum eru sigur Jónfinn Simonsen.

Smyril Line er eisini farið undir eina nýggja tænastu, sum kann vera sera hent - serliga hjá størri og smærri ferðaløgum, ið koma hendavegin.

Talan er um innkoming, sum er vanlig at síggja aðrastaðni. Til ber at seta seg í samband við Smyril Line, og síðani verður ein heildarloysn givin. Henda loysn kann innibera flutning til og úr Føroyum við skipi ella flogfari, gisting, innanlands flutning og bussflutning, útferðir og fundarhøli ella høli til ráðstevnur.

Slíkar loysnir kunnu vera hentar hjá ferðaløgum, sum koma í sambandi við oljuleitingina, sum stendur fyri framman.

Tað eru sostatt tvær høvuðstænastur, sum Smyril Line kann veita, og tað er flutningur av útgerð og gisting. Tað mest grundleggjandi hjá okkara gestum, sum koma til oljuleitingina.

Smyril Line hevur eisini roynt at bjóða seg fram. Fólk vórðu send á oljuráðstevnuna ONS í Stavanger, har tey høvdu høvi at sýna sínar tænastur fram.