Týsdagin hin 1. september byrjar heilsufótbóltur aftur í Vágum. Spælt verður innandura hvønn týsdag í heyst og í vetur frá klokkan 18-19, og hetta verður í høllini í Sørvágs skúla.
Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 undir samstarv um heilsufótbólt, og tilboðið varð sett á stovn eftir eina væleydnaða granskingarverkætlan hjá Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetri Føroya.
Michael Gram hevur vegna kommunurnar skipað fyri heilsufótbóltinum í Vágum síðan byrjan. Í Vága kommunu vísa tey á, at heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur.
Dentur verður lagdur á rørslu, samveru og spæligleði, og tí kunnu øll vera við, bæði roynd og óroynd. Sagt verður, at hóast tilboðið upprunaliga var ætlað borgarum, sum eru 60 ár og eldri, er nú eink aldursmark.
- Øll, sum hava hug at røra seg og vilja hava tað stuttligt saman við øðrum, eru vælkomin.
Sum nakað nýtt verður í vetur eisini møguligt at spæla fótbóltspetanque í Vágum. Spælið líkist vanligum petanque, men verður spælt við fótbóltum í staðin fyri kúlum.
- Tað kann spælast við heilt fáum luttakarum – og enntá bert tveimum.
Lagt verður aftrat, at Facebook-bólkurin kallast Heilsufótbóltur í Vágum 60+.
- Øll, sum hava áhuga, verða eggjað til at melda seg í bólkin og skriva har, um tey ætla sær at møta. Tilboðið er fyri borgarar í bæði Vága kommunu og Sørvágs kommunu.











