Skjótt fær Mølin í Skálavík 14 kømur aftrat

- Elementini eru smíðað, og ætlanin er, at bygningurin skal standa innilokaður, áðrenn veturin kemur,, sigur Martin Karl Olsen

Tilboðið hjá hjúnunum, Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen í Skálavík, heldur fram at veksa, og hevur tú vitjað á Café Mølini í Skálavík seinastu dagarnar, hevur tú eisini lagt til merkis, at her hava staðið tveir stórir vognar við bjálving. 

Beint niðan av kafé’ini eystanfyri eru 400 fermetrar av lendi planeraðir. Her er grovplanerað, og her eru rør løgd til eitt nú kloakk og vatn.  

Umframt tey tíggju kømrini, sum tey á Mølini lótu byggja fyri nøkrum árum síðan og tey tvey eyka kømrini, sum eru í gamla bygninginum, skulu nú 14 stór kømur byggjast aftrat. 

Í mun til seinastu nýbygging við kømrum, verður talan nú um tvær samanbygdar lonir - við sjey kømrum í hvørjari lon.

- Hetta verður alt eitt hús, og gongdin ímillum lonirnar verður sjálvsagt innandura. Tey sjey kømrini, sum fara at venda eystureftir, fara at hava gott útsýni eystur í hav, og hini kømrini fara at hava útsýni niðan í bygdina í Skálavík, sigur Martin Karl Olsen.

Vit kunnu leggja aftrat, at hesi 14 kømrini ikki eru einasta og seinasta byggistig, sum tey á Mølini arbeiða við.  

Ein onnur verkætlan, sum eisini er í stoypiskeiðini, er ein nýggjur bygningur, sum skal byggjast aftrat kafé’ini og soleiðis skamt niðanfyri tað, sum nú verður bygt. 

Her hava hjúnini á Mølini áður sagt, at ætlanin eitt nú er at hava nakrar íbúðir, sum dreymurin er at leiga út til ferðafólk, sum vilja koma heim til Føroya at vitja - eisini um veturin, tá illveður kann leika í. 

Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini.

- So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig av tveimum, sigur Martin Karl Olsen. 

 

Tað er eingin loyna, at hjúnini á Mølini, Birita og Martin Karl, hava einki ímóti at vera í arbeiðsklæðum og handskum, og hetta er galdandi fyri tey bæði.

Tá vit vitjaðu í Skálavík ein dagin í seinnu hálvu av juli, og kafé’in hevði fult hús, stóð Birita uppi í einari lyft og málaði uttandura.

Hesa løtu stóð lyftin næstan á trappusteininum, og hóast úr var at gera á kafé’ini, og vitjandi gingu inn og út, sást einki til nakra strongd.

Martin Karl sigur, at tey hava góð fólk at hjálpa sær, og her er talan um bæði føroyingar og útlendingar.

- Nú í summarhálvuni hava vit eini 14-15 fólk á lønarlista, tá øll eru íroknað, og hetta eru øll sera fitt, røsk og dugnalig fólk.

Hann vísir á, at flestu eru ung fólk, onkur er um Nordjobb, eins og onkur er lesandi.

 

Martin Karl Olsen væntar, at tey 14 kømrini, sum nú verða bygd, kunnu - um alt gongur væl - takast í nýtslu næsta summar.

- Vit hava ein vinmann, sum smíðar elementini fyri okkum, og tey eru so at siga liðug og klár at seta upp, men kortini er langur vegur á mál.

Hann ásannar, at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera.

- Eins og í fyrru byggingini, verða tað í størst møguliga mun veitarar í Sandoynni, sum fara at gera verkætlanina lidna - við eitt nú timburarbeiði, el, ventilatión og hita.

Ein stórur partur av verkætlanini er glas, og her høvdu tey á Mølini ein so góðan veitara í Danmark seinast, at veitarin verður hin sami hesaferð.

 

##med2##

Báðar síðurnar í bygninginum verða glas, ovari endi verður timbur, og endin oman eftir verður betong. 

- Vit eru stak væl nøgd við glasið í hinum 20 kømrunum, og tí hava vit valt at keypa frá sama veitara hesaferð. 

Martin Karl sigur, at í løtuni er ikki greitt, nær øll veitingin úr Danmark kann fáast heim, men tey fara at leggja stóran dent á, at allur bygningurin stendur innilokaður, áðrenn veturin kemur.

 

- Vit brúka lítla og onga orku í hinum 10 kømrunum, tí tann parturin er bjálvaður á sama hátt, sum øll byggingin hesaferð verður bjálvað við 30 sentimetrum av flamingo í dekkinum.

Martin Karl vísir á, at enn er ikki endalig støða tikin til, hvør hitaskipanin í nýggju kømrunum verður, men tað verður so ikki olja.

- Eg vænti, at tað verður antin jarðhiti ella hitapumpa, og tað verður gólvhiti í øllum bygninginum, leggur hann aftrat.

Til stuttleikar nevnir hann, at hitarørini, sum skulu leggjast í gólvið, eru tilsamans 1,5 kilometrar long.

 

##med3##

- Verandi kømur vera nógv útleigað, og tað eru serliga útlendsk ferðafólk, sum bíleggja. Longu nú hava vit fingið fleiri bíleggingar fyri 2027.

Martin Karl vísir á, at tað eru serliga tey, ið leiga kømur, sum eisini eta á matstovuni, og tí eru tølini yvir gistingar og tey, sum eta á matstovuni, nokso lík.

- Útlendingar eru ofta í góðari tíð við at leiga kømur, meðan føroyingar kanska eru meira spontanir. Hetta ger, at kømrini ofta eru upptikin, tá føroyingar venda sær til okkara, sigur hann.

 

Men, eru tað serliga útlendingar, sum leiga kømrini og eta á matstovuni, eru tað ein hópur av føroyingum, sum vitja Café’ina á Mølini.

- Vit eru serstakliga væl stuðlað úr allari Sandoynni, og haraftrat hava vit gestir úr at kalla øllum heraðshornum í Føroyum, sum vitja kafé’ina.

Martin Karl Olsen sigur, at tað eisini kemur fyri, at fólk mugu bíða eftir plássi á kafé’ini, men tá ber oftast til at gera sær ein lítlan biltúr og so koma aftur.

- Vit gera nógv fyri at hýsa øllum, og allar oftast sleppa fólk inn beinanvegin, tó at kafé’in er rættiliga nógv eftirspurd gjøgnum alt summarið, sigur hann at enda.

 

##med4##

 

##med5##