Landsdystur
Fríggjadagin boðaði Berti Vogts frá, hvussu skotska landsliðið fer at síggja út, nú dystirnir móti Føroyum og Týsklandi standa fyri framman.
Kevin Harper and Paul Dickov have been brought into Berti Vogts' Scotland squad for the Euro 2004 double header against the Faroe Islands and Germany. With Kenny Miller having failed to regain fitness, the manager has extended his options up front with the two attack minded players from promoted Premiership clubs Portsmouth and Leicester, while James McFadden and Steven Thompson return from injury.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at Vogts ikki hevði nakra bumbu av sama slag, sum tann hjá Henrik Larsen, men á sama hátt sum hjá okkum ræður tó um at finna røttu menninar til álopssessirnar. Her hevur tað verið ein trupulleiki, at Kenny Miller hevur verið skaddur, og hann er enn ikki somikið birgur, at hann setur seg føran fyri at spæla. Fyri at styrkja um hendan partin av liðnum, hevur Vogts tí tikið James McFaden og Steven Thompson á liðið. Eisini Don Hutchinsson og Paul Dickov eru millum teir, sum skulu stríðast um framrættaðu sessirnar, so føroyska verjan fær helst sítt at síggja til.
Liðið hjá Skotlandi sær annars soleiðis út:
Málverjar
Neil Alexander (Cardiff City)
Robert Douglas (Celtic)
Paul Gallacher (Dundee United)
Verja
Graham Alexander (Preston North End)
Steven Caldwell (Newcastle United)
Christian Dailly (West Ham United)
Steven Pressley (Heart of Midlothian)
Maurice Ross (Rangers)
Andy Webster (Heart of Midlothian)
Lee Wilkie (Dundee)
Miðvøllur
Colin Cameron (Wolverhampton W.)
Paul Devlin (Birmingham City)
Barry Ferguson (Rangers)
Kevin Harper (Portsmouth)
Paul Lambert (Celtic)
Jackie McNamara (Celtic)
Gary Naysmith (Everton)
Gavin Rae (Dundee)
Álop
Stephen Crawford (Dunfermline Athletic)
Paul Dickov (Leicester City)
Don Hutchison (West Ham United)
Neil McCann (Southampton)
James McFadden (Motherwell)
Steven Thompson (Rangers)