Skráseta staðarnøvn í Sandavági

Arbeitt verður við at skráseta øll staðarnøvn í Sandavágs Kommunu. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og ætlanin er at geva úrlsitið út í bók og møguliga eisini elektroniskt

Staðarnøvn í Sandavág Kommunu eru seinnu árini savnað og skrásett. Myndir eru tiknar, har nøvnini eru fest á, og ætlandi verður savnið givið út í bók og helst eisini elektroniskt.
Tað eru teir báðir sandavágsmennininir Jóannes Heinesen og Heini F. Petersen, sum hava gjørt hetta stóra arbeiðið. Á samkomu í Sandavági mikukvøldið løgdu teir úrslitið fram fyri heimildarfólki og øðrum.
Hetta er stórarbeiði, teir báðir hava gjørt. Og tað er ikki løtuverk heldur. Tað munnu vera út móti 30 árum, síðan byrjað varð, siga teir. Tó hava teir ikki arbeitt áhaldandi alla tíðina, men havt hetta sum ítriv.
Gjølla eru teir farnir til verka. Hava tosað við eldri fólk í Sandavági og á Slættanesi. Tikið upp á band og goymt. Síðan hava teir fingið myndir og kort frá Matrikulstovuni og eisini privatpersónum, eins og teir sjálvir hava tikið myndir av ymsu støðunum. Nøvn eru so sett á myndirnar, soleiðis at til ber at síggja nágreiniliga, hvar hesi ymsu støðini eru, sum nevnd verða.
Nøvnini eru nógv, teir hava savnað, og ikki er heilt liðugt enn, siga teir báðir, Jóannes og Heini. Sum er, hava teir savnað 1.288 nøvn, men vænta, at tá endaliga liðugt er, fer talið at liggja oman fyri 1.300.
Men staðarnøvnini í Sandavági og á Slættanesi við tilhoyrandi høgum eru ikki bara fest á blað og myndir, uttan eisini skrásett á teldu. Tað er felagið Munin, sum hevur gjørt eina telduskipan, har til ber at leggja slíkt á.
Skalt tú finna eitthvørt navn aftur, ber til at spyrja telduna eftir navninum. So finnist myndin, har navnið er skrásett á. Tú trýstir á prikkin, sum er settur við navnið. Har kemur so fram, hvussu og nær skrásett er, hvør heimildarkeldan er, eins og til ber at fáa eina stakmynd av júst tí steini ella hyli, spurt verður um. Er so einhvør søga ella søgn í samband við hetta staðið, til dømis eitt seiðabergspláss, er tað eisini at finna í skipanini. Og fyri at gera tað heilt livandi, er eisisni møguligt at leggja bandupptøkurnar við, so tú á telduni hoyrir hesi gomlu heimildarfólkini greiða frá. Eisini hava teir fingið góðan stúðul og ráðgeving frá Fróðskaparsetrinum, har serliga Eivind Weihe hevur verið hollur í ráðum, siga Jóannes Heinesen og Heini F. Petersen.
Staðarnøvn eru við at hvørva úr gerandisegnum hjá fólki, halda teir báðir sandavágsmenninir. Fyrr var tað ein sjálvsagdur partur av dagliga arbeiðnum, at staðarnøvnini vórðu brúkt. Og tann, sum visti nakað um slík nøvn, segði frá teimum, soleiðis at tey vórðu borin víðari til tey, sum eftir komu.
Nógv staðarnøvn hvørva eisini, so hvørt sum eitt nú bygdirnar vaksa, og menningin breiðir seg. Tí er neyðugt at bjarga teimum, meðan onkur enn er, sum minnist tey. Og ber so til at fáa eina mynd av einum staði, áðrenn ein útgrevstur, ella ein brimgaðrur verður lagdur, er tað virðismikið at goyma. Hetta er mentanararvur, sum hvørvur, vísa teir báðir, Jóannes og Heini, á.