Prestur sigur eina søgu í kirkjuni, áðrenn farið verður niður undir í Kirkjukjallaran til eina góða máltíð: lasanju.
Øll eru vælkomin, og siðvenjan er, at síðsta mikukvøld í hvørjum mánaði verður bjóðað til skrúvuguðstænastu.
Tiltakið plagar at vera væl vitjað, og fólk hava av sonnum tikið skrúvuguðstænastuna og Hoyvíkar kirkju til sín.









