Skuggaboksingin - 3. umfar ella time out?

Sølvará er sorgarbundin. Og eg eisini. Men mest tí, at hann er tað - og kanska í ” kampens hede” er vorðin ið so skjarrligur

Og tað er spell. HAS syftir í sínum svari (um tað er nakað svar) upp í loft mítt eyðmjúka navn (sum ikki er keypt) einar 30 ferðir, og hetta kanska tí, at eg onkursvegna havi skøvað í hansara vælerverdigheit sum søgufrøðingur. Og gamalt er, jú, at tú í sinnismuni kanst halda tína ”bestu talu”, men sum tú ”helst vil gloyma” restina av lívinum.

 

Mín avmarkan

Eg havi hinvegin nokk avdúkað mína støðu og vantrúgv á at søgufrøði eru nøkur serliga ”eksakt disciplin” - sum eitt nú matematikk og fysikk eru tað. Søgur kunnu ofta skifta ham frá manni til mans. Meðan eitt nú ”tvey-tabellin” fungerar eins væl í Kunoy sum í Kaukasus, uppi á mánanum, og við absalutta nulpunktið: minus 273,15 º Celsius. Og at eg tó framvegis havi munandi tokka til bæði søgu og litteratur – hetta heilt frá barni av.

 

Táið HAS tekur meg heldur illa upp, og nevnir mínar greinar fyri at vera befongdar við ”ad hominem” t.e. persónsforfylging av honum. Tá má mangur spyrja: nei, álvaratos – hvussu erkvisin kann ein loyva sær at vera?! Ein maður sum flennir háðandi at tí, sum kennist okkum Gudgivið og heilagt.

 

Próvførslur

Søguligar próvførslur hava mangan lyndi til at byrja við einari útsøgn, sum ofta onkursvegna er merkt av einari persónligari støðutakan frammanundan, og sum so endar - so at siga - aftur á sama staði, har sum byrjað varð. Og tað virkar ikki serliga fruktagott frøðiliga. Meiri sum ”eftirsókn eftir vindi –!” (Præd.1)

 

Eitt nú táið Skriftirnar verða kannaðar - sum aðrar vanligar skriftir – og ikki verandi sum Guds Orð, tá eigur tað ikki at loypa hvøkk á nakran, um niðurstøðan verður, at Skriftirnar eru orð um Gud heldur enn Orð Guds – tí hetta var jú útgangsstøðið fyri kanningina(!).

 

HAS hevur stórar trupulleikar av, at Jesus, sum bæði reisti deyð upp, grøddi sjúk, gekk á vatninum, las upp í sýnagoguni og reis Sjálvur upp frá deyðum, um Hann mundi duga at lesa! Og so júkar HAS um ”hordóm” (aleina orðið virkar skaput) um kvinnuna, sum í Jóh.8 varð tikin í hjúnarlagsbroti (sum nýggju týðingarnar siga), at her endar fyri hann øll guddómlig inspiratión. (Um hann yvirhøvur trýr upp á nakra inspiratión.) Og so hetta, um at tað stendur moyggj ella blaðung genta, mann tað vera nakar munur?

 

Orð eru ymisk

Orð kunnu siga so mangt. Og tey gomlu málini eru vituliga meiri avmarkað í orðanøgd. Sjálvt í heimsins ríkasta máli, enskum, koma endurtøkur av orðum fyri, sum geva ymiskan týdning. Tann mál- og litteraturkønur skemtarin (Kai Friis Møller) serveraði hesa:”The tender tender on the tender will tender a tender tender” (tann hvepni hjálparmaðurin á proviantbátinum vil fagna einum eymum tilboði).

 

Men, sum so mangur og ein má hava sannað, eftir at hava kjakast ein heila nátt at enda um orð og annað, fyri so - táið morgunin kemur - at erkenna, sum ein dani segði: ”Da står himmel og jord atter lige”. Tí talan var (og er) um trúgv.

 

Sadukearnir vildu seta Menniskjasonin skákmát um uppreisnina, sum teir ikki trúðu upp á, men Jesus svaraði teimum: ”Er tað ikki tí, tit villast – tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds!”

 

Nazarearin

Men HAS hevur jú sjálvur givið seg í kast við at vera ”klókur” upp á partar av teim 2000-4000 ára gomlum viðurskiftunum í Ísrael. Og sum eru ein partur av frásøgnini, sum ”heilagar kvinnur og menn” hava borið gjøgnum tær trongu stráøldirnar - frá móðir til dóttir og frá faðir til son, kanska mest á mannamunni - men sum tó bleiv savnað í eina bók, har høvuðsevni enn er: ”Ein Einsamur Galileari, Menniskjasonurin, Tann Uniki Nazarearin”.

 

Hesin Menniskjasonur, sum eina stutta tíð var her á foldum og livdi í Miðeystri, og sum enn hevur nakað serstakt at bera tí einstaka og ótrygga mannabarninum - millum vøggu og grøv og fyri ævinleikan við - hesum, sum í nøkur fá ”lívssekund í urtagarði ævinleikans” hava fingið loyvi til ”at síggja ljósið” (at vera fødd). Hetta hóast ein má sanna, at ”alt hevur tíð sína”. Og at tað er ”gott fyri eyguni at fáa sólina at síggja” sum Prædikarin tekur til í kap. 3,1 og 11,7.

 

Hissini álop

Álopini á ”gleðiboðskapin”, so ella so, hava verið mong – ikki minst frá teirri gjøgnum øldirnar etableraðu maktini, eitt nú innan konga/kirkju/vitskapligu valdini – og hetta ofta fyri at halda tey ”fátæku í anda” óvitandi í maktarloysi, soleiðis at tey skulu verða verandi nøgd við at fáa Skriftina serveraða ”við brillum frá øðrum” – makthavarunum og teim heimsins ”klóku” til frama.

 

Trúgvin er ikki hvørsmans. ”At vera ella ikki vera: tað er spurningurin” ("To be, or not to be: that is the question"), segði William Shakespear (”Ristispjótið”) (1564-1616) í ótømiliga sjónleikinum um Hamlet, prins úr Danmark.

 

Hvør er klókur?

At vera so ”klókur ella betri-vitandi”, er tí ofta eitt ”tvíeggja svørð”. Hetta er væl lýst í komediuni Erasmus Montanus av Ludvig Holberg (1684-1754). Har tann tápuligi Per Degnur undir samrøðuni, ramsar upp í saman nøkur citatir á latíni, sum hann hevur lært seg uttanat, so at tann ”fini, lærdi og arroganti Erasmus Montanus” (sum tó bara æt Rasmus Berg) als onga leið kemur við samtaluni, og sum tí seinni má lúta.

 

Ja, vit standa øll – sum sannur kunstur so mangan avdúkar - fyri falli í gerðum og í orðadrátti: at verða bæði ein Per og Rasmus – annar ella báðir. Soleiðis er tað bara.

 

Avstøvaðar teoriir

Tann gløggi lesarin hevur helst sæð, at eg - og fleiri við mær - geva ikki so nógv fyri tær ”nýggju søgu-teoriirnar og ávísingarnar” frá Sølvará. Hetta deils tí, at tær bara eru 100-200 ára gamlar, men sum nú aftur verða avstøvaðar, og sum ein so ofta fyrr hevur hoyrt áður í orðadrátti. Og deils tí, at teir grugga ”boðskapin” meiri enn gagna.

 

Og tí fari eg vituliga hvørki niður í / upp í hansara ”citat-sandkassa” ella ”endurtøku-karrusell”. Eg havi nú lisið og hoyrt so nógv annað og meiri enn tað, sum HAS heldur vera gott og rætt. Og tað er hann kanska sorgarbundin um, men fyri tað er tað ikki neyðugt at gerast óvinir fyri lívið.

 

Hinvegin hevur HAS sín fulla rætt til at halda tað, ið hann vil. Men um eitt alment forlag, sum ”Fróðskapur – Faroe University Press” skal kenna seg forpliktað til at geva hetta út í bók, tað er ein onnur søga. Og kanska er forlagið ”Fróðskapur” ikki so alment enntá. Hvør veit?

 

 

Talandi tøgn

Til citatið, sum eg seinast brúkti eftir Martin Luther King, ”um at vit við leiklok fóru at minnast tøgnina hjá okkara vinum”, so spyrja fólk meg:”Jamen, hvar eru tey kønu í grundmálunum? Tað mátti verið lagamanni hjá teimum at tikið handskan upp onkuntíð -!” Men til hetta veit eg einki at svara.

 

Møðsamt er mangan at hoyra teologar og eitt nú HAS peika á , at Victor Danielsen bara var skúlalærari (og einans bestur av 10 næmingum í klassanum). Men væl skuldi borið til – um ikki tað er ov mikið forlangað – heldur at meta um úrslitið í % av møguligum, og so meta hetta saman við síni egnu flottu úrslit. Men heldur ikki hetta sigur so nógv. Tí nógv meiri vert er, hvat ið tú í lívinum brúkar tínar talentir til.

 

Ikki málkønur

Og so hendan endurtøkan um, at VD ikki var kønur í grundmálunum. Men hvussu køn eru tey ”kønu” nú sjálvi? Tí um tú ikki hevur brúkt tín lærdóm - veri tað seg onnur tungumál, roknistokkin ella telduna í eini tíggju ár - so ert tú ” på herrens mark”.

 

Tí sambært heila- og psykogranskaranum K. B. Madsen so fýkur aftur í heilasporini hjá tær eftir uml. 10 árum, um tú ikki hevur brúkt hesi sporini. Og so er ikki so stórur munur millum okkum almindiligu, sum duga at opna eina orðabók, og sum eru bæði góðar og greiðar nú á døgum.

 

VD valdi heldur – enn eitt nú sjálvur at læra grundmálini, og sum hann ivaleyst ikki havt nógv stríð av - at brúka teir útlendsku serkønu í grundmálinum, og sum eyðvitað ikki stóðu aftari í mun til okkara heimligu kønu.

 

J.H.O.Djurhuus og Victor

Janus skaldið plagdi at kalla Victor fyri skyldmannin, táið teir hittust, og gav honum ofta eitt yrkingasavn eitt nú: Carmina, Moriendo ella o.a.. Janus hevði, sum vit onnur, sítt at stríðast við, men eingin hevur, sum hetta meginskaldið, megnað at lyfta mál okkara so upp á norðurlendsku máltindarnar. Hann er ein, tú støðugt vendir aftur til, eitt nú hetta:

 

Bað um treysti, mót og trúnað,

tá ið eg hin summarmorgun

ungur fúsur fór av borgum - -.

 

Hvussu var og ikki, og um Janus og Victor drógu eina línu, tað veit eg ikki, men teir tyktust vera reiðiligir viðvíkjandi týðingum teirra. Í fororðinum til ”Verjurøðu Sokratesar, Kriton og Faidon” í 1931 sigur Janus:” Viðvíkjandi týðingini er at siga, at tann grikski teksturin, eg havi nýtt, er eftir dr. Christian Cron, Leipzig und Berlin. Annars hevi eg eisini miðað meg eftir donskum, norskum og fronskum týðingum.”

 

Hetta er greið og ærlig tala, um onnur eru tað sama, tað mugu teir sjálvi vita.

 

William Heinesen

Hetta hugtakið ” at fúka aftur í aftur”, minnir meg um (tó ikki beinleiðis religiøsu), men so sera poetisku lýsingina, sum William Heinesen hevur sett seinast í seinasta savninum:”Samlede digte”- her er eitt brot:

 

Thi natten kommer –

 

Fyrigt hvirvler sneens dun

i den sene dag,

 

Sådan hvirvler dine år

mod deres ende.

----

Da aner du

her ved vejs ende

hvor dine spor fyger til

den evige begyndelsens ansigt.

Meget er for sent.

Mangt er forspildt.

Men alt er endnu i vorden.

(Sum eisini stendur á gravsteini hansara)

----

Da venter dig -

Syvstjernens duggede smil,

Mælkevejens åndende bryst.

 

Da venter dig hinsides dødelig tid

De yderste Dybders nådige moderskød.

 

Venter dig

tingenes kåde fortrolige latter

den evigt unge.

 

 

Einarar

Ofta verða Jákup Dahl og Victor samanbornir - og báðir skara framúr, og kundu tó báðir, sum menniskju flest, hava ið so ”stutt fjús”. J.Dahl er kanska mest kendur fyri, at hann var so kønur og góður við móðurmálið, og at hann eisini tordi at andøva móti teirri donsku embætismaktini tá á døgum.

 

Meðan Victor – sum við sínum hendinga góðu gávum kundi farið eina og hvørja teologiska leið ella annan lærdan skúlaveg til eina trygga og sáttmálabundna inntøku + viðbøtur og pensión – men sum tó tordi at velja, eftir síni egnu, persónligu sannføring ein aðra ”vitleysa ótrygga” leið, at leggja starv sítt niður fyri at ”kunngera teim fátæku evangeliið”. Hetta í áliti á Gud eina, at Gud vildi forsyrgja honum og hansara í teimum tá ótrúliga blóðfátæku umstøðunum, ið land okkara var í. Og øll hansara komu væl undan. Segði nakar undur?

 

VD kom til ”persónliga trúgv” við at ganga í Missiónshúsið (nú býráðssalur) í Havn, og segði hann seinni frá, at hann, tey árini, hann gekk á læraraskúla, var ongantíð á møti í Sloanssali, hetta hóast pápi hansara og Gamli Sloan kendust væl.

 

Kanska er mær loyvt her at nevna nakrar ”einarnar” í landi okkara frá míni samtíð eitt nú: Jóannes Patursson, Victor Danielsen og Fischer Heinesen (sum allir settu sítt álit á Gud).

 

Victor Danielsen

Við tann frálíka minnisvarðan yvir Victor, sum almenn mentafólk í Fuglafirði – ikki samkoman ella ættarfólk – hava valt at reisa í virðing, har kundi kanska eitt nú hesin sangurin – so einfaldur og sterkur og symtomatiskur fyri VD, umframt at vera hansara lívssøga (lagið er klassiskt vakurt), ella bara okkurt ørindi ella onkur strofa úr sanginum (nr. 503 í GFS av VD) verðið settur á plátu:

 

Í deyðaskuggans landi,

har skygdi ljósið bjart,

tá fast í trælabandi

tú, sál mín, bundin vart!

Tá deyð var vón og troyst,

og stongdar allar gøtur,

kom hjálp og friður søtur,

varð gátan myrka loyst.

 

Ei var tað egin styrki,

ei var tað vitskaps ráð,

ei manna kraft og yrki,

ið kundi hjálpa tá;

tað var hitt gleðiljóð:

Ein Frelsari er føddur!

Har fann mín fótur møddur

ta søktu trygd og ró.

 

Nú ljósur er mín vegur,

eg ferðist trygt avstað;

tí eyga mítt, tað hevur

Guds stóru frelsu sæð.

Hvør svari fyri seg -

hvør veit, hvat hann man meina -

mær tørvaði hitt eina,

at finna, Jesus, teg!

 

Á Frelsari, tú mildi,

hin ættin, tú komst til,

teg ikki kenna vildi,

ei heldur nú hon vil!

Tó hjørtuni, so mong,

sum egna armóð skilja,

tær, Harri, fagna vilja

við tøkk og gleðisong!

 

 

At enda hetta

Ein av okkara bestu lærarum við hægri skúlarnar segði einaferð við meg:” Hetta, at møta teimum ungu, sum koma so kunnleikatyst í skúla - tey eru jú moyr og eru júst komin frá mammu síni og við opnum sinni og vilja ongum nakað ilt - at møta teimum sum lærari í skúlastovuni, tað er eitt einastandandi upplivilsi!”

 

Hans Andrias Sølvará dumpar (tíverri) í seinasta brotið sínum, har han, sum eina revsing fyri míni forherðaðu aftursvar, ”hóttir” við at brúka mín tekst, sum ræðudømi í hansara tignarligu undirvísing í logikki (hann er nakað av einum filosoffi eisini). Og tað má hann jú sjálvur um ( men eg kundi kanska eisini møtt sjálvur upp - til ”anskuelsesundervisning”, um eg tími til ta tíð).

 

Men er hetta ikki meiri ein spurningur fyri Mentamálaráðið at viðgera, um ein lærari kann brúka sínar tímar fyri løn at ”pleja síni privatu fornermilsir”? Men mær tað sama. Stílurin er maðurin.

 

Og Sølvará skal eisini víðari í tekstinum í ”Klaksvíkar søgu”. Har ið borðreiðingin plagar at vera avrikað av: Svabo, Degn, Matras, Debes, Louis, Robert, Símun, Freydis og mongum øðrum skilafólkum. Og uppheitað knettir kunnu eisini smakka gott.

 

Eg fari tó við hesum – um talan nú er ”time out” ella fyri well - at ynskja Hans Andriasi Sølvará alt gott í komandi tíð, tí hjá mær er ”no bad feelings”.