Skúlabørn skuldi fingið ein bleytan start í skúlanum eftir feriurnar. Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Løgtingið umræður eitt uppskot um at endurskoða pisaroyndirnar og landsroyndirnar í fólkaskúlanum.
Løgtingslimir eru ymsir á máli, men tað sermerktasta tilmæli hevði Henrik Old. Hann heldur, at ein máti at bøta um trivnaðin hjá børnum, er at lætta teimum um skúladagim. Eitt nú vísir hann á, at børn verða koyrd í skúla longu klokkan átta mánamorgnar eftir feriurnar, bæði eftir jólaferiu, páskaferiu og aðrar feriur.
– Børnini eru yvirhøvur ikki komin fyri seg aftur eftir eina deiliga feriu har tey eru farin seint í song og komin seint upp, heldur hann. Men so brádliga mánadagin skulu tey møta aftur í skúlanum klokkan átta, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tá eru tey ikki komin fyri seg, men sita bara og geispa og bara ynskja seg úr skúlanum aftur.
Tískil vil Henrik Old hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, um at gera eina roynd at lata børnini fara í skúla klokkan 10 um morgunin eftir feriur.
Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin er ikki ósamd. Hon sigur, at fyrr møttu tey ikki í skúla fyrr enn klokkan 10. Men eru tíðirnar so nógv broyttar, at nú noyðast børnini av húsum í skúla klokkan 7.30, tí tey hava ongastaðni at fara, tí eingin er heima.